FSF vil hava onkran at gjalda undanvindin

Men higartil hevur tað ikki eydnast at gjørt sáttmála við nakran, sum er áhugaður í at rinda fyri hvørt stig og hvønn sigur, sum landsliðið megnar at vinna

 

Men higartil hevur tað ikki eydnast at gjørt sáttmála við nakran, sum er áhugaður í at rinda fyri hvørt stig og hvønn sigur, sum landsliðið megnar at vinna


Í FSF hava teir Allan Simonsen fremst í huganum, nú teir arbeiða við, hvussu venjaraspurningurin skal loysast fyri komandi árini.

Í Fótbóltssambandinum eru teir ikki í iva. Glæsiliga úrslitið í Luksemburg fer at hava við sær, at áhugin millum áskoðararnar fyri heimadystunum, sum eru á skránni í summar, verður væl størri, enn hann hevði verið, um føroyingar høvdu tapt í Luksemburg. Hetta er skrivað undan dystinum í Moskva, og í Fótbóltssambandinum verður roknað við, at áhugin verður stórur fyri heimadystunum, uttan mun til úrslitið í Russlandi.

Tveir heimadystir eru á skránni undan summarfrítíðini, og tveir heimadystir eru á skránni stutt eftir summarsteðgin. Landsliðið skal spæla ímóti Sveis á Svangaskarði leygardagin 2. juni og á Tórs-vølli ímóti Jugoslavia mikudagin 6. juni. Dysturin ímóti Luksemburg verður á Toftum leygardagin 1. september, og Russland skal spæla á Tórsvølli mikudagin 5. september.

At áhugin fyri landsliðnum verður størri, er einki at siga til, tá hugsað verður um, at í trimum teimum fyrstu dystunum í hesi HM undankappingini var málmunurin 5?7 í einum vunnum, einum jøvnum og einum taptum dysti. Øktur áhugi eigur at hava øktar inntøkur frá áskoðarunum og lýsarunum við sær, og tað treingir til.

Undanvindurin kostar

Vit nevndu í blaðnum í fyrradagin, at fyri 2?0 sigurin á Luksemburg fingu spælararnir átta túsund krónur í part. Vit kenna ikki sáttmálan, sum FSF hevur við venjaran, men tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av, um vit rokna við, at tað eisini dryppar til hansara, um úrslitini eru góð. Um vit siga, at sigurin í Luksemburg kostaði FSF upp ímóti tvey hundrað túsund krónum, so er tað neyvan fleiri ferðir tíggju túsund krónur av leið.

Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, ásannar, at tað rennur út úr kassanum, tá tað gongst væl. Aðalskrivarin hevði viljað, at tað var soleiðis skipað, at tað var trygd fyri, at tað, sum rennur út í sambandi við sigrar og javnleikir, kom innaftur beinanvegin:

? Vit kunnu rokna við, at inntøkurnar fara at økjast, tá tað gongst væl. Men tað hevði verið hugaligt, um tað var trygd fyri hesum. Í hesum sambandi hugsi eg um, at ein ella fleiri fyritøkur gjørdu sáttmála við FSF, sum var treytaður av úrslitunum. Tað kundi t. d. verið lagt til rættis soleiðis, at FSF fekk ávíst gjald fyri hvørt stigið, sum landsliðið fær. Tað mátti verið hugaligt at gjørt slíkar sáttmálar, heldur Ísak Mikladal. Hann sigur eisini, at teir onga sovorna avtalu hava.

jh