FSF vil ikki vita av Dánjali

Meirilutin í nevndini í Fótbóltssambandinum boðaði í gjár feløgunum frá, at teir skjóta upp, at Rúni Heinesen verður valdur til formann í FSF

FSF UPPGERÐ

Fyri fyrstu ferð í 25 ára longu søguni hjá Fótbóltssambandi Føroya verður lagt upp til, at formaðurin skal skiftast út, sjálvt um formaðurin er áhugaður í at halda fram. Í gjár varð skriv sent limafeløgunum í FSF viðvíkjandi ársaðalfundinum. Har verður boðað frá, at uppskotið hjá nevndini til formann er Rúni Heinesen. Hetta er annar aðalfundurin á rað, at tað verður lagt upp til kapping ella rættari stríð um týdningarmiklan sess. Í fjør bjóðaði Niklas á Líðarenda Børga B. Hansen, sum hevði verið næstformaður øll árini, síðani FSF varð stovnað í 1979, av. Avbjóðarin vann, tí gamli næstformaðurin tók seg aftur, áðrenn tað varð atkvøtt.
Tað ljóðaði í heyst, at Dánjal Andreasen ikki fór at stilla uppaftur, tá ið fyrsta tvey ára skeiðið hjá honum í formansessinum var lokið, nú tá ið aðalfundurin verður. Men Dánjal tók sjálvur broddin av hesum tíðindunum. Tá ið feløgini og FSF nevndin vóru saman fyri at eftirmeta farna kappingarárið og tosa um nýggja árið, boðaði Dánjal Andreasen frá, at hann ætlaði sær at halda fram sum formaður. Hann segði seg samstundis ikki skilja, hví tíðindini vóru farin at ganga, sum søgdu, at hann ikki fór at halda fram.
Hesin fundurin var 15. november. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á Dánjali Andreasen í gjár. Saman við Jógvani Martin Olsen og Karl Vidtfeldt var hann á veg til altjóða fótbóltsfund í Berlin.
Dánjal Andreasen varð valdur til FSF formann á aðalfundinum fyri tveimum árum síðani, tá ið Torleif Sigurðsson, sum hevði verið formaður síðani á heysti í 1981, legði frá sær.
Frammanundan formansvalinum í 2002 varð nógv tosað og skrivað, áðrenn FSF nevndin kom við sínum uppskoti um at velja Dánjal Andreasen til formann. Eitt nú vórðu bæði Christian Andreasen, sum nú er nevndarlimur í FSF, og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, nevndir sum møgulig valevni. Tá ið avtornaði var bara Dánjal Andreasen í uppskoti, men nú vil nevndin ikki skjóta hann uppaftur. Í fráboðanini til feløgini verður sagt, at Dánjal sjálvur sigur seg vilja taka við afturvali, men at meirilutin í nevndini skjýtur Rúna Heinesen upp sum formansevni.

Fýra av sjey aftanfyri Rúna
Á keldum uttanfyri FSF, men sum kortini hava gott innlit í, hvat gongur fyri seg í nevndini, hava vit skilt, at tað í eina tíð hevur verið arbeitt við at finna nýtt formansvalevni. Nevndararbeiðið hevur ikki gingið nakað serligt, og viðurskiftini millum meirilutan í nevndini og formannin hava ikki verið nakað at rópa hurrá fyri.
Tað sigst, at formansspurningurin hevur verið viðgjørdur á trimum nevndarfundum. Síðsti fundurin var nú mánakvøldið. Tá gjørdi meirilutin í nevndini greitt, at teir fóru at skjóta Rúna Heinesen upp sum formann. Í meirilutanum eru Niklas á Líðarenda, næstformaður, Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini, Christian Andreasen og Rúni Heinesen, formaður í útbúgvingarnevndini.
Rúni Heinesen, sum er útbúgvin verkfrøðingur starvast sum skúlastjóri á tekniska skúlanum í Klaksvík. Hann hevur verið nevndarlimur í FSF síðani 2002, men undan hesum hevur hann í fleiri umførum verið nær knýttur at FSF, har hann hevur virkað sum konsulentur innan fyri graslíkisvallir.
Aðalfundurin í FSF verður leygardagin, 14. februar. Síðsta freist at koma við uppskotum til formann og nevndarlimir er hósdagin, 5. februar. Umframt Dánjal Andreasen, formann, standa Rúni Heinesen, Christian Andreasen og Karl Vidtfeldt. Christian Andreasen og Karl Vidtfeldt taka við afturvali til nevndina.
Á aðalfundinum hevur FSF nevndin eina atkvøðu. Í FSF eru 21 limafeløg, sum hava hvør sína atkvøðu, soleiðis at talan í alt er um 22 atkvøður.