FSF vunnið stóra lýsingakapping

Fótbóltssamband Føroya gjørdist í gjár vinnari av stórari lýsingakapping, sum UEFA skipar fyri.

 

Eina ferð um árið verða umboð frá teimum 53 fótbóltssambondunum í Europa boðin til verkstovu, sum UEFA skipar fyri. Verkstovan, sum hevur fyrilestrar og workshops av ymsum slagi, endar við eini handan av heiðurslønini til tað fótbóltssambandið, ið hevur gjørt besta kreativa lýsingaátakið.

 

Í ár gjørdist FSF vinnarin av hesi heiðurslønini frá UEFA. Fótbóltssambandið hevur gjørt lýsingarátak, har sambandið sóknast nýgjum dómarum. Lýsingarnar hava enn ikki verið í bløðum ella í sjónvarpi, men FSF hevur tó brúkt lýsingarnar á eitt nú internetinum.

 

Í dómsnevndini, sum velur besta kreativa lýsingaátakið, sita leiðarar og stjórar innan marknaðarførslu frá eitt nú Heineken,

UEFA og stórum lýsingastovum.

 

Tróndur Vatnhamar, sum arbeiðir við marknaðarførslu hjá FSF, fegnast um heiðurin.

 

- Hetta svarar til Oscar heiðurslønirnar í fótbólti og marknaðarførslu, og vit eru ógvuliga errin av at kunna vinna á hinum londunum, sum eisini høvdu góð lýsingaátøk, sigur Tróndur Vatnhamar.

 

Hann heldur hetta hava stóran týdning fyri føroyskan fótbólt.

 

- Vit verða nokk ongantíð verðinsmeistarar í fótbólti, men við hesum vísa vit, at vit kunnu gera okkum galdandi upp á aðrar mátar og framvegis markera okkum innan fótbóltsheimin, sigur Tróndur Vatnhamar.

 

Umframt heiðurin fær Fótbóltssambandið eina uttanlandsferð, har umboð frá felagnum kunnu fara at vitja eitt annað fótbóltssamband ella eina lýsingastovu, og harvið fáa íblástur til lýsingaátøk.

 

Lýsingaátakið er gjørt av Fótbóltssambandinum í samstarvi við Heinesen Myndir.

 

Á myndini síggjast Tróndur Vatnhamar og Kristin Dam Ziska, sum er varaaðalskrivari í FSF.