Hagtøl
236 spælarar luttóku í teimum 90 landskappingardystunum í 1.deild, og
tríggir av teimum leiktu við tveimum ymiskum feløgum. 236 spælarar í einum kappingarári er eitt sindur hægri tal, enn tað plagar at vera. Í fjør vóru tilsamans 229 leikarar í bestu deildini.
Niðurflytararnir úr Vágunum brúktu flestar spælarar - 33, sum er næstan dupult so nógv, sum VB. Meistaraliðið-2000 brúkti í ár 18 menn, eins og í fjør. Eisini í 1999 hevði VB-venjarin, Krzystof Popczynski, mest støðuga liðið. Tá brúkti hann 19 leikarar.
Annars var spælaratalið í 2001 hetta: FS Vágar-33, HB-28, NSÍ-27,
B71-26, GÍ-23, B36, B68, KÍ og EB/Streymur 21 hvørt, og VB-18.