FSV04 fór við øllum

Sandavágsmenn og tey, sum standa saman um FSV04 fóru eftir oyggjauppgerðina seinnapartin í Sørvági við øllum stigunum. FSV04 vann 2-1, eftir at 1. hálvleikur endaði málleysur.

Hans Arni Ellefsen legði tíðliga í 2. hálvleiki FSV04 framum eftir hornasparksinnlegg, og løtu seinni økti Jovan Panic um munin. Eitt korter undan leikloki minkaði Ingi Ole-Jacobsen um munin, men tað eydnaðist ikki SÍ at røkka javnleiki, og harvið fóru øll stigini til Sandavágs.