FSV04 steðgaði TB

Í nógva vindinum og regninum á Valloyrini eydnaðist tað heimaliðnum at vinna 2-0 á TB Eftir at tað síðani summarsteðgin hevur gingið strúkandi hjá TB, sum Krzystof Popczynski hevur havt ábyrgdina av í hesum tíðarskeiðnum, eydnaðist tað í dag ikki at fáa úrtøku.

TB vitjaði í Sandavági, og tað var FSV04, sum vann. Úrslitið var 2-0, eftir at hálvleiksstøðan eisini hevði verið 2-0.

Fyrra málið skoraði brasilski Heron eftir skjótálop longu í fyrsta minutti, og seinna málið skoraði Súni Fríði Barbá, sum eftir frísparksinnlegg frá Jovan Panic við høvdinum stýrdi bóltin í málið.