Altjóða deildin hjá Føroya Tele, FT International, er niðurløgd FT International, sum hevði altjóða átøkini hjá Føroya Tele um hendi, er ikki til longur. Kortini er eingin uppsagdur, tí starvsfólkini eru farin í aðrar deildir hjá Føroya Tele at arbeiða.
Kristian Reinert Davidsen, stjóri, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at altjóða deildin er strikað í sambandi við bygnaðarbroytingar. Men tað merkir tó ikki, at Føroya Tele ikki framvegis ætla okkum út tum landoddarnar, leggur hann afturat.
Fyrsta altjóða íløgan hjá Føroya Tele fór fyrr í ár fyri skeyti, tá enska breiðbandsfyritøkan Telabria fór á húsagang. FT International hevði keypt ein fimtapart av Telabria og misti átta milliónir tá fyritøkan fór á heysin.