Füchse Berlin skrivaði søgu - er týskur meistari á fyrsta sinni

Hákun West av Teigum er fyrsti føroyingurin, ið vinnur týska meistaraheitið í hondbólti

Í seinasta leikumfarinum í týsku bundesliguni høvdu Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin torføran útidyst móti Rhein-Neckar Löwen í SAP Arena høllini í Mannheim. Sum væntað gav heimaliðið Füchse ein skarpan gang. Serliga var tað týski stórleikarin, Juri Knorr sum voldi berlinarunum trupuleikar.

 

Í steðginum var heimaliðið á odda 20-17, og støðan var 26-22 til Rhein-Neckar Löwen áðrenn Füchse Berlin vaknaði, og legði seg á odda 27-27. Eftir tað bleiv Füchse bara betri og betri, og teir funnu meistaraspælið fram ta seinastu løtuna.

 

Tim Freihöfer við 11 málum og Mathias Gidsel við 10 málum gingu undan hjá Füchse Berlin.

 

Tað endaði við 38-33 sigri til Füchse Berlin, ið skrivar søgu við sínum fyrsta meistaraheitið nakrantíð. 

 

Hákun skrivar eisini søgu sum fyrsti føroyingurin, ið vinnur týska meistaraheitið.

 

In.fo ynskir Hákuni hjartaliga tillukku við søguliga bragdinum.

 

Hákun brendi tveir av tveimum málmøguleikum, og so fekk italski, Leo Prantner møguleikan úti á høgra veingi. Hann skoraði eitt mál upp á tríggjar málmøguleikar.

 

Füchse Berlin endaði á 58 stigum. Magdeburg endaði á 57 stigum, og má lata steypið frá sær.

 

Komandi leygardag klokkan 14 skal Füchse Berlin spæla hálvfinalu í FINAL FOUR í Champions League. Franska liðið, Nantes verður mótstøðuliðið í Lanxess Arena høllini í Köln. Klokkan 17 byrjar hin hálvfinalan millum Magdeburg og Barcelona.

 

##med2##