Fuglafjørður
Alt seinasta vikuskiftið og fyrstu tveir dagarnar í hesi vikuni var veðrið í Føroyum so óvanliga gott. Himmalin var spegilsklárur um meginpartin av landinum, og dagarnir vóru óvanliga heitir. Tað vóru tey sum hildu, at hitin onkran av hesum døgum kanska var ov nógvur. Vit menniskju hava ofta lyndi til at halda, at ting, sum henda, ongantíð eru hend áður, men hetta er sjáldan rætt.
Og tó.
Tá hitamátarar máta eini 18-20 stig klokkan 20 um kvøldið, soleiðis sum teir gjørdu okkurt av nevndu kvøldum, er slíkt ikki vanligt í Føroyum.
Tað er undantakið.
Seinnapartin týsdagin, tá Sosialurin vitjaði í Fuglafirði fyri at fáa nakrar myndir í skjáttuna, nú varmakeldustevna verður í vikuskiftinum, endaðu vit niðri á sandinum í bygdini, har mong dusaðu sær í góðveðrinum.
Meðan, tú koyrdi gjøgnum bygdina, sóust fólk stákast í urtagørðum, rundan um hús, og onkur stóð uppi í stiða og málaði vindeygu.
Tú spurdi, um tey snøggaðu um til varmakeldustevnu.
- Jú, jú. Hetta er eitt gott høvi at taka eina hond í okkurt, sum kortini skal gerast – og hví ikki gera tað, nú stevnan stundar til, og veðrið er so avbera gott.
Soleiðis segði onkur, sum stóð í urtagarðinum og klipti trø.
Maðurin, sum stóð uppi í stiðanum og málaði vindeygu, helt hinvegin fyri:
- Nei, eg máli ikki til varmakeldustevnu sum so, men hetta er tað árliga viðlíkahaldið, sum eg eri í holt við, segði hann.
Lív á sandinum
Leiðin gongur nú oman á sandin í Fuglafirði, har rættiliga fitt av fólki er savnað.
- Fólk hava leitað sær oman higar seinastu dagarnar, nú veðurgudarnir hava verið so ómetaliga blíðir og gávumildir. Fyri hvønn dag, sum veðrið hevur verið so gott, eru fleiri og fleiri komin oman higar at hugna sær.
Niðri á sandinum ganga smá børn saman við foreldrum, størri børn, sum rógva í gummibátum, og her er eisini onkur, sum er komin upp í árini.
Lagið er óføra gott, og øll hugna sær.
Sjálvt tey vaksnu vilja royna ymiskt, ið roynast kann.
Ein rasarabátur liggur klárur at sleipa eina hampiliga stóra ”banan”, og eisini er okkurt pútuskapilsi, sum fólk kunnu sita í, og sum sami bátur er til reiðar at sleipa afturúr sær.
Tvær tilkomnar kvinnur vilja royna bananina, men treytin er, at tann, sum sleipar, ikki siglir soleiðis, at bananin fer runt – við teimum báðum uppi á.
Tá túrurin við bananini er liðugur, vil ein onnur kvinna sleppa at sita í einum stórum plastikringi, meðan báturin sleipar hana eftir vánni.
Tað gongur eitt sindur striltið hjá henni at sleppa uppí ringin at sita. Men tá hon umsíðir er komin uppá pláss, báturin er farin avstað við henni og siglir runt á vánni við miklari ferð, eydnast kvinnuni at ”fullføra” túrin og sleppa úr ringinum aftur – uttan at kollsigla, sum annars var væntandi.
- Jú, hetta er ógvuliga stuttligt, og eg setti mær fyri ikki at missa takið, tá ferðin var størst, segði kvinnan, tá hon var sloppin uppúr aftur ringinum í øllum góðum.
Nøkur gingu úti í sjónum og bloyttu sær føtur og bein, onnur svumu og fleiri lógu útfyri sandinum í stórum og smáum gummibátum.
Uppi á landi lógu fólk á stórum handkløðum og sólaðu sær, flestu í stuttum brókum ella bikini, og júst sum í heitu londunum gingu tey javnan oman at svala á sær í sjónum.
Hendan týsdagin minti sandurin í Fuglafirði um eina strond í heitu londunum, meðan bygdin og landslagið omanfyri bara eru so nógv vakrari enn tað, vit síggja sunnanfyri, har tað nógva er avbrent í øllum hitanum.
Fuglafjørður við sínum vøkru og grønu blettum, stóru homrum og høgu fjøllum eigur ein nógv størri vakurleika enn flestu sólstøð, vit kenna sunnanfyri.
Bæði inneftir og úteftir vánni er landslagið rundan um Fuglafjørð sera vakurt, fjølbroytt og stórbart.
Størri stevna
Í hesum døgum, nú seinasta hond verður løgd á fyrireikingarnar til varmakeldustevnu, er nógv virksemi í Fuglafirði, og nógvar góðar hendur eru í gongd.
Annaðhvørt ár telir kappróðurin á varmakeldustevnu við í FM-kappingini, og annaðhvørt ár telir kappróðurin á eystanstevnu við.
Í ár eiga fuglfirðingar kappróðurin, og tað setir sjálvsagt sín serstaka dám á stevnuna, sum soleiðis eisini er størri enn, tá kappróður ikki er við.
Soleiðis stundar nú ein stevna til í Fuglafirði, har FM-róður er størsta einstaka tiltakið á varmakeldustevnu.
Veðrið hevur nógv at siga fyri flestu stevnutiltøk, og í Fuglafirði vóna tey, at veðurgudarnir enn eiga nakað eftir av góða veðrinum, sum var hesar dagarnar herfyri.