Fuglafjørður havt kunningarstovu í 10 ár

Petur Martin Petersen, leiðari á kunningarstovuni, sigur, at hesi 10 árini hava einir 20.000 útlendingar vitjað inn á gólvið, og talið av føroyingum hevur ikki verið minni. - Vit kunnu tí siga, at kunningarstovan hevur verið eitt hitt mest internationala staðið í Fuglafirði hesi árini

Varmakelda

Í Fuglafirði standa eini snotilig hús úr gróti. Hetta er gamli skúli, sum í meira enn 50 ár var einasti skúli í bygdini. Tá ið nýggjur skúli kom í 1937, bleiv gamli skúli kommunuskrivstova og goymslurúm hjá kommununi. Seinni í fimtiárunum bleiv bókasavn gjørt í norðraru helvt. Í sjeytiárunum flutti kommunan sína skrivstovu í onnur hús, og allur skúlin bleiv gjørdur til bókasavn.
Í 1994 settu fólk í Fuglafirði saman við kommununi eina kunningarstovu á stovn.
Petur Martin Petersen, leiðari á kunningarstovuni, sigur, at stovan í fyrstu atløgu varð ætlað sum ein hjálpandi hond til handlar, vinnurekandi og frítíðarfelagskapir, sum av og á kundu hava brúk fyri eini skrivstovu, ið kundi marknaðarføra teirra áhugamál.
- Nógv varð ikki gjørt burtur úr, tá ið latið varð upp í mai mánaði 1994. Kunningarstovan fekk innivist í forstovuni hjá bókasavninum, og fyri 1 krónu vórðu búnyttur keyptar frá Føroya Banka, sum um hetta mundið legði fleiri deildir niður kring landið.

Veksandi áhugi

Leiðarin vísir á, at tað gekk ikki long tíð, til tørvur var á meira enn bara at vegleiða um handilsviðurskifti á staðnum.
- Longu fyrsta árið komu fleiri útlendsk ferðafólk inn á gólvið. Hesi sóknaðust eftir øllum møguligum upplýsingum og tænastum, sum ein vanlig kunningarstova eftir teirr tykki eisini átti at taka sær av.
Hann sigur, at hetta hevði við sær, at kunningarstovan nú í stóran mun eisini fór at leggja seg eftir at gera upplýsandi ferðamanna tilfar um økið - og hetta bleiv sera væl móttikið.
- Vit fóru nú eisini undir at skapa eitt samstarv millum kunningarstovur aðrastaðir í landinum, soleiðis at hesar ? heldur enn at kappast ? kundu samstarva um felags tiltøk.
Petur Martin heldur, at hóast fólk onkuntíð enn kunnu vera eitt sindur ymisk á máli um, hvat best er at gera innan ferðavinnuvegleiðing, er tó eingin ivi um, at flestu kunningarstovur eru komnar fyri at vera.
- Við tað, at trupult mangan kann vera við fíggin av
hesum virksemi, hava summar kommunur nú valt sjálvar at fíggja tað, sum hesi støð nú einaferð krevja av peningi.
Hann sigur, at í Fuglafirði er tað bókasavnið, sum bæði hýsur og samstarvar við kunningarstovuna, soleiðis at bæði støðini kunna hava nógv meira opið enn frammanundan ? og um tey arbeiddu hvør í sínum lagi.
- Aðrastaðni hava menn valt aðrar hættir at gera hesa
tænastu best møguliga við ymsum slagi av samstarvi við kommunalar tænastur, sigur hann.

Felagsskapur

Leiðarin vísir á, at árið eftir, at kunningarstovan í Fuglafirði sá dagsins ljós, varð Ferðavinnan í Eysturoy stovnað sum ein ferðavinnuáhugafelagskapur, har allar kommunur í oynni vóru við. Samstundis varð kunningarstova latin upp i Runavík.
- Hesar báðar kunningarstovurnar hava frá fyrsta degi arbeitt fyrimyndarliga væl saman um ? ikki bara um lokal áhugamál í teirra egnu heimbýum, men eisini fyri alla oynna, sum jú luttekur í rakstrinum av kunningarstovunum. Seinastu tvey árini hava vertskommunurnar tó goldið bróðurpartin av rakstrinum av kunningarstovunum, soleiðis at Ferðavinnan í Eysturoy kann hava nakað av peningi at hjálpa til við kring um í oynni.
Petur Martin sigur, at í byrjanini var talið av vitjandi nøkur fá hundrað um árið, men sum tíðin er liðin, er talan um fleiri túsund, sum støkka inn á gólvið at spyrja eftir øllum hugsandi og óhugsandi, sum ein kunningarstova eigur at kunna vegleiða um.
Hann sigur, at seinnu árini eru føroyingar eisini farnir at brúka kunningarstovurnar nógv meira enn í byrjanini.
- Eitt nú verða fleiri gongufeløg nú rikin av
kunningarstovunum og eins og aðrastaðni, har kunningarstovur eru, verður kunningarstovan í Fuglafirði eisini brúkt sum lýsingardepil fyri øll møgulig lokal tiltøk.

Varmakelda

Petur Martin sigur, at Varmakeldan krevur nógv av kunningarstovuni.
- Her skulu vit kunna vegleiða øllum stevnugestunum best møguligt um alt, sum fer fram. Uppsløg av øllum handa slagi eru soleiðis at finna á kunningarstovuni.
Hann vísir á, at í ár er serliga nógv á skránni, tí aftrat
vanligu stevnuni er eisini 35-ára hald hjá listarfelgnum á staðnum.
- So, tað er ikki hissini av spennandi avbjóðingum hjá okkum, sum onkursvegna skulu kunna svara fólki upp á alt, sum tey vilja vita um tiltøk og tilboð á plássinum.
Petur Martin sigur, at hesi 10 árini, kunningarstovan hevur verið virkin, hava einir 20.000 útlendingar vitjað inn á gólvið, og talið av føroyingum hevur ikki verið minni.
- Vit kunnu tí ikki siga annað enn, at kunningarstovan hevur verið eitt hitt mest internationala staðið í býnum, samstundis sum hon í fult mát eisini røkir heimliga tørvin.
Leiðarin sigur, at samstarvið millum bókasavnið og kunningarstovuna hevur øll árini givið hesum báðum stovnum møguleika til at veita eina nógv betri tænastu, enn møguligt hevði verið, um stovnarnir arbeiddu hvør sær.
- Eisini í ár fer kunningarstovan í Fuglafirði at hava nógv opið, meðan Lista- og Varmakeldustevnan er. Vit fara at vera stevnugestunum til hjálpar við øllum hugsandi spurningum, sigur Petur Martin Petersen, sum bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til Fuglafjarðar um vikuskiftið.