VINNA
Hóast krepputíðir, er ikki líkt til, at vinnulívið í Fuglafjarðar kommunu hevur hug at gevast á hendur. Tað er heldur tvørtur ímóti. Talið av virkisbygningum í kommununi, sum eisini fevnir um Kambsdal og Hellurnar, veksur alsamt.
Vinnan í kommununi hevur ætlanir um at útbyggja, og aðrar ætlanir eru um nýbygging.
Borgarstjórin, Sigurd Simonsen, veit at siga, at smoltstøðin hjá Marine Harvest á Hellunum á seinasta býráðsfundi fekk byggiloyvið til ein 1.300 fermetra stóran virkisbygning.
- Men hetta er bara ein av byggiverkætlanunum, sum liggur fyri framman í kommununi, sigur hann.
Nógv fyri stavn
Herfyri fekk JT-Electric útgravingarloyvið í samband við ætlanir at byggja ein 600 fermetra stóran virkisbygning á ídnaðarøkinum á Kambsdali.
Borgarstjórin veit eisini at siga, at á havnalagnum í Fuglafirði, sum verður rópt á Enninum, hevur Vónin fyri eini tíð síðan fingið byggiloyvið til ein 2.400 fermetra stóran virkisbygning. Ætlanin er, at hesin bygningur skal brúkast til arbeiði við flótitrolum.
- Men vegna fíggjarligt atlit hevur kommunan tó fyribils steðga á við landfyllingini, sigur Sigurd Simonsen.
Aðrar ætlanir
Sandgrevstur, sum er eitt annað felag í Fuglafirði, hevur umsókn inni um pakkhús á havnalagnum, sum ætlandi skal verða einar 1.000 til 1.500 fermetrar stórt.
Stóra fóður-og mjølvirkið Havsbrún hevur júst latið Fuglafjarðar kommunu umsókn um at sleppa at víðka laksafóðurgoymsluna við ikki færri en 2.300 fermetrum.
Borgarstjórin sigur, at kommunan tekur avbjóðingarnar, sum soleiðis liggja fyri framman, í størsta álvara.
- Saman við vinnuni vilja vit framhaldandi royna at finna bestu loysnirnar – okkum øllum at gagni, sigur hann.
Stór verkætlan
Í eina tíð hevur eisini verið arbeitt við eini stórari verkætlan í Fuglafirði um at byggja eitt matvøruvirki til uppisjóvarfisk.
- Henda ætlan er framvegis í gongd, og til hetta endamál er eitt økið, sum er heilar 10.000 fermetrar stórt, klárt at byggja á, sigur Sigurd Simonsen.
Ætlanin at byggja eitt góðskingarvirki til uppisjóvarfisk er ikki slept, tó at tað hevur drigið út at fáa íleggjarar til hesa verkætlan.
Umleið eitt ár er liðið, síðan Fuglafjarðar kommuna av álvara setti skjøtil á at fáa vinnuna í økinum at byggja hetta virki.
Kommunan hevur havt Farec International við Óla Samró at hjálpa sær, og í eina tíð hevur eisini verið leitað uttanlands eftir íleggjarum.
- Óli Samró er ikki knýttur at Fuglafjarðar kommunu longur, men arbeiðir í samstarvi við vinnuna í økinum, sum er við í ætlanunum byggja góðskingarvirki. Stafettin liggur nú hjá vinnuni, sigur borgarstjórin.
Kostnaðarmikið
Ætlanin er, at góðskingarvirkið til uppisjóvarfisk skal byggjast á økinum millum Havsbrún og Bergfrost.
Sigurd Simonsen dylur ikki fyri, at hann sera fegin hevði viljað sæð nýggja virki á havnarlagnum innan eini tvey ár, men hann ásannar, at nógvur peningur skal útvegast, áðrenn ein slík verkætlan kann reisast á føtur.
- Eitt framkomið góðskingarvirki fer helst at kosta einar 150 miljónir krónur, væntar hann.
Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sagt, at Fuglafjørður er best egnaður til eitt slíkt virki, tí Havsbrún frammanundan liggur í økinum og kann soleiðis keypa og brúka alt tað, sum fellir frá í matvøruframleiðsluni.
- Lá góðskingarvirkið í Fuglafirði, hevði uppisjóvarflotin eisini kunnað sloppið av við sína rávøru á einum staði, sigur landsstýrismaðurin, sum annars fegnast um virksemið á Faroe Pelagic í Kollafirði.