Seinasta vikuskiftið royndu fuglfirðingar saman við veitarum og øðrum eina nýggja oljusperru, sum er long og løtt at handfara, um olja skuldi farið á sjógv
Fuglafjarðar kommuna hevur tikið stig til at bøta um tilbúgvingina. Kommunan hevur keypt eina nýggja oljusperru, sum er 350 metrar long. Tað eru feløgini Norlense í Noregi og Lamor í Finlandi, sum eru saman um at levera ein samlaðan pakka, ið eisini fevnir um frálæru. Pakkin er sjálv oljusperran, sum er á stórari trumlu, og síðan er ein skiljari og kompressari, sum skilir oljuna úr sjónum.
Seinasta vikuskiftið varð nýggja sperran roynd á Fuglafirði, tá ein norðmaður og ein finlendingur vóru her heima og løgdu lag á.
Umframt fólk úr Fuglafirði, vóru eisini onnur til steðar, eitt nú sløkkilið av Skálafjørðinum, Klaksvík og Tórshavn, umboð fyri Vaktar-og Bjargintartænastuna og umboð fyri oljufeløg.
Havnastjórin við Fuglafjarðar havn, Rólant Højsted, sigur, at teoretiska frálæran fór fram á Muntra, og praktiska frálæran fór fram niðri á bryggjuni, har nýggja oljusperran eisini varð roynd.
- Nýggja oljusperran er øll uppi á eini stórari trumlu, sum tilsamans vigar eini 5-6 tons.
Rólant Højsted sigur, at sperran er sera løtt at handfara.
- Tveir mans kunnu einsamallir seta hana út, um olja knappliga fer á sjógv. Annar passar trumluna á bryggjuni, og hin er í báti og sleipar sperruna út á vánna. Sperran er soleiðis løtt at arbeiða við. Hon er long, og tað tekur stutta tíð at leggja hana út.
Havnastjórin vísir á, at hetta er ein neyðugur og týðandi partur av tilbúgvingini á Fuglafirði, tí nógv skip koma og fara um havnina millum ár og dag.