Fuglafjarðar sangkór til Íslands á páskum

Síðst í hesum mánaðinum fara 40 sangglaðir fuglfirðingar saman við kórleiðaranum, Frits Johannesen, til Íslands á konsertferð. Áðrenn farið verður hevur kórið konsert í Fuglafjarðar kirkju.

Á páskum fer Fuglafjarðar sangkór til Íslands á konsertferð. Á kórstevnuni í fjør vitjaði Vørðukórinn úr Árnesasýslu Fuglafjarðar sangkór, Havnarkórið og sang við á Kórstevnuni, sum var í Fuglafirði. Arnesakórinn var gestur hjá Fuglafjarðar sangkóri. Leiðarin í kórinum er Margrét Bóasdóttir, og nú hevur kórið boðið Fuglafjarðar sangkóri til Íslands.

Hetta er fyrstu ferð, at Fuglafjarðar sangkór fer uttanlands á sangferð. Kórið er frá 1932, men hóast sjálvt sangfelagið er frá hesum árinum, hevur fleirræddaður sangur ljómað áðrenn tað í Fuglafirði.

Sum gestur hjá Vørðukórinum, fer kórið at hava einar fimm konsertir. Farið verður til Íslands týsdagin tann 30. mars og kórið kemur aftur mikudagin tann 7. apríl. Atlants Flog er leigað til túrin.

Við á ferðini verða einir 40 sangarar og kórleiðari er Frits Johannesen. Klaverspælið hevur Eyðun á Lakjuni, orgulspælið Heðin Kambsdal og Jóhan Hentze spælir cornet .

Mikudagin 31. apríl er hugnakvøld saman við gestunum á ³Felagsheimilin Flúðum².

Skírhósdag 1. apríl syngur kórið undir hámessuni í Skálholt kirkju kl. 14:00 og kirkjukonsert verður í Selfoss kirkju kl. 17:00

Leygardagin 3. apríl verður konsert í Akranesar kirkju kl. 17:00, og annan páskadag 5. apríl verður konsert í Hafnarfjarðar kirkju kl. 15:00. Týsdagin 6. apríl verður konsert í Langholtskirkju kl. 20:30

Áðrenn farið verður, hevur Fuglafjarðar Sangkór konsert í Fuglafjarðar kirkju fríggjakvøldið tann 19. mars kl. 20:30.