Fuglafjarðar skúli

Í Eysturoynni uppdatera økini sínar skúlar, onkrar av bygdunum hava rivið niður gamlar ótíðarhóskandi bygningar og reist glæsiligar borgir ístaðin

Bygt verður fyri 100 tals milliónir. Fleiri av skúlunum, sum nú verða uppdateraðir, eru ikki eldri enn frá seint í 70unum.

Til dømis kunnu nevnast skúlarnir á Eiði, Skála, Toftum og Runavík. Hesar kommunur hava tikið stór tøk á skúlaøkinum.

Strendur, Gøta og Leirvík hava sum fyrsta punkt á dagsskránni uppdatering av skúlaviðurskiftunum. Hesir skúlarnir eru eisini rímuliga nýggir allir samlir.

Í Fuglafirði hava vit eina fasta mannagongd.

Vit plaga at pjøssa upp á eitt gamalt ótíðarhóskandi umhvørvi.

Vit eru eisini serkøn í fyribylsloysnum.

Ein lítil verulig nýgerð er tó framd seinastu 50 árini, henda nýgerð kostaði uml. 14 milliónir.

Eiga vit ikki at drýpa høvur í skomm, heldur enn at reypa okkum av eini nýgerð upp á 14 mill. í 50 ár.

Nú verður enn einaferð stungið út í kortið.

Gamli skúli, sum skjótt verður 80 ára gamal, verður pjøssaður. Hettar gamla læsafarið skal enn einaferð verða atvoldin til, at verulig skúlabygging, verður útsett, og framtíðarætlanirnar sum stungnar vóru út í kortið skulu brúkast sum veggjapríði - prýtt við tómum lyftum.

Meira er at lesa á heimasíðuni HYPERLINK "http://www.fuglafjordur.com/"www.fuglafjordur.com