Fuglafjørður fer nú at viðgera dómin

Landsrætturin gav ikki Fuglafjarðar kommunu viðhald, men staðfesti undanfarnar avgerðir í málinum.

 

Dómurin um “loðsflutning í Fuglafirði” er nú staðfestur í Landsrættinum.

 

Hetta hendi í dag, tá landsrætturin feldi dóm í málinum ímillum Fuglafjarðar kommunu og Kappingarráðið um loðsflutning á Fuglafirði.

 

- Vit fingu ikki viðhald í, at Kappingarráðið skuldi viðurkenna, at Fuglafjarðar kommuna ikki hevur skúgvað til viks § 11. Stk. 1 í kappingarlógini um forboð móti at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.

 

Tað siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.

 

- Vit fara nú at viðgera dómin og finna út av, hvussu loðsflutningurin skal skipast frameftir, verður lagt aftrat.

 

Kappingareftirlitið sigur soleiðis um málið á sínari heimasíðu í dag:

 

Eystari Landsrættur hevur tann 1. desember 2022 staðfest avgerð hjá Kappingarráðnum í málinum um loðsflutning í Fuglafirði.

 

Kappingarráðið tók tann 11. oktober 2018 avgerð um, at Fuglafjarðar kommuna hevði framt brot á § 11 í kappingarlógini, tí kommunan hevði forðað P/F Faroe Agency at veita loðsflutning í Fuglafirði.

 

Fuglafjarðar kommuna valdi at kæra avgerðina til Vinnukærunevndina, sum tann 11. januar 2019 staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum viðvíkjandi loðsflutningi.

 

Fuglafjarðar kommuna valdi at leggja málið fyri Føroya Rætt, sum tann 6. mai 2021 staðfesti  avgerðina.

 

Kommunan valdi síðan at leggja málið fyri Eystara Landsrætt, sum tann 1. desember staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum.

 

Í dóminum staðfesti rætturin m.a., at Kappingarráðið hevði skilmarkað landafrøðiliga marknaðin rætt. Hetta var nakað sum Fuglafjarðar kommuna hevði mótmælt.