Fuglakrím komið til Føroyar – ansa eftir jóladøgurðanum

Heilsufrøðila Starvsstovan ávarar fólk um at ansa væl eftir - tað er eisini neyðugt at ansa væl eftir jóladøgverðanum

Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi í Føroyum. Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í eini fráboðan beint nú. Tey leggja afturat, at fuglakrím er ongantíð í Føroyum áður. Kanningar vísa, at fuglakrím er staðfest hjá tveimum skúgvum. Fleiri skúgvar verða kannaðir, men svarið er ikki komið enn.

 

Tey sum finna sjúkan, ella deyðan fugl, verða biðin um at boða Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá – men tey skulu ikki nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Her verður serliga hugsað um ránsfugl, men tey vilja eisini frætta um annan sjúkan, ella deyðan fugl. Her verður hugsað um, tá ið fýra fuglar, ella fleiri, eru at finna á sama øki. Í hesum sambandi skulu fólk boða frá, hvat slag av fugli, talan er um og helst eisini hvar fuglurin er sæddur.  Tað er eisini sera hent at senda mynd inn.

 

Tað er vanligt í Føroyum at eta dunnu ella gás á jólum. Ein partur av hesum fuglunum er heimafuglur, ið er aldur í Føroyum, og hetta er tíðin, tá ið heimafuglurin verður dripin. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað er lítil vandi fyri, at fólk verða smittað av tí slagnum av fuglakrími, ið hevur herjað í okkara grannalondum í seinastuni.

 

Tó vil Heilsufrøðiliga starvsstovan minna fólk á at hugsa um reinføri, tá ið fuglurin verður dripin og hagreiddur, og tá ið hann verður kókaður ella stoktur. Fuglurin skal hitast væl, og hitin innast í fuglinum skal vera vera minst 75 stig. Mint verður á, at sjónliga sjúkur fuglur ongantíð skal nýtast til matna, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

 

Nú sjúkan er staðfest í Føroyum, kunnu tey, sum hava hønur, dunnur, gæs, ella annan fugl, gera ymiskt fyri at verja fuglin ímóti smittuni. Geva tey heimafugli innandura, ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður.

 

Tað er skjótt, at skógvar og stivlar kunnu verða dálkaðir av fuglaskarni, ella øðrum frá villum fugli, og tí verður eisini mælt til at vaska og reinsa skógvarnar og stivlarnar, bæði áðrenn farið verður út í høsnarhús og stik, har fuglur er, og eisini aftan á.

 

– Annars minka øll tiltøk, ið skerja sambandi millum heimafugl og villan fugl, um smittuvandan, og tað eru altið eini hyggjuráð at vaska sær væl um hendurnar eftir at hava verið í samband við fugl.

 

Fuglakrím kann smitta allan fugli, bæði villan fugl, umframt hønur, dunnur og gæs, og annan flogfenað. Undulátar, kanariufuglar og aðrir fuglar, kunnu eisini fáa fuglakrím. Sjúkan kann smitta frá beinleiðis frá fugli til fugl, men virussið kann yvirliva í náttúruni í minst 50 dagar.

 

Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru ringur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andadráttinum, og heilt ofta doy fuglurin av tí. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl.