Arbeitt hevur verið við hesi verkætlan í eina tíð, við at skráseta hvørjir fuglar eru í økinum.
Síðan hevur verið eitt gott samstarv við Visit Faroe Islands um framleiðsluna, so hesi fuglaskelti fylgja sama leisti sum tey vit kenna yvir merkisverd støð, søgur og persónar, sum vit longu hava fleiri av í kommununi. Skeltini eru liðugt framleidd og sett upp við snøggum rammum, og kostnaðurin er býttur eftir krónu-fyri-krónu stuðulsjáttanini sum Visit Faroe Islands umsitur. Mett er at hesi skelti eru til gleði og gagns fyri bæði lokalar borgarar og gestir sum vitja í kommununi.
Tað eru tilsamans sett fýra skelti upp í kommununi. Tvey skelti við viðarlundirnar og tvey skelti við strendurnar í Miðvági og í Sandavági. Í samband við ABC vikuna fyri sálarliga heilsu, verður skipa fyri gongutúri við fuglaserfrøðingum, sum koma at greiða frá. Fyrsti túrurin verður hósdagin 5. oktober kl. 17.00 í Miðvági, møtt verður við trappuna til viðarlundina í miðstaðarøkinum, gingið verður síðan yvir á Tormansbakka, har skelti sum greiðir frá fugli fram við fjøruni og fjørðinum stendur. Leygardagin 7. oktober verður fuglatúrur í Sandavági, har møtt verður kl. 15.00 við inngongdina til viðarlundina/Fosshyl, og síðan gingið oman til skeltið sum stendur við sandin.