Sørvingar hava seinastu vikurnar tikið eitt ordans fet fram í toppin í meistaradeildini hjá monnum. Fyrst vunnu teir á Mjølni, sum byrjaði kappingina nógv best, og tá ið dystur var ímóti Fleyr sunnudagin, vann SÍ aftur.
Fleyr byrjaði dystin betur og vann fyrsta settið 25-21. Men so tók SÍ sær um reiggj, og restina av dystinum vóru tað teir, sum vóru greitt við yvirlutan.
Teir vunnu næstu trý settini, og hvørja ferð var væl á muni millum teir og Fleyr. Settini endaðu 25-18, 25-14 og 25-19.
Harvið styrkti SÍ sína støðu í oddinum hjá monnunum, og nú sjey umfør eru spæld, er SÍ á odda við 12 stigum. Næstu liðini hava átta stig, men Mjølnir kann koma upp á 10 stig, um teir vinna dystin, sum teir eiga til góðar.
Fyrstu stigini til Fuglafjørð
Menninir hjá ÍF, sum seinnu árini hava fingið góð úrslit í flogbóltinum, hava verið mest sum fyri ongum higartil í ár. Liðið hevur ikki somu styrkina, sum tað hevur havt undanfarin ár, og í teimum fyrstu fimm dystunum var einki stig komið í posan hjá teinum.
Teir høvdu vunnið tvey sett, men tað røkkur ikki langt, tá ið talan er um fimm dystir.
Leygardagin bar umsíðir til hjá ÍF. Fram, sum heldur ikki hevur staðið seg serliga væl í ár, var á vitjan, og ÍF vann dystin 3-1.
Fyrri dysturin millum liðini endaði við 3-1 sigri til Fram, men hesaferð vóru tað teir úr Fuglafirði, sum høvdu munin.
Hvørki av liðunum kann í løtuni gera sær vónir um at fylgja við hinum trimum liðunum í deildini, sum vísa seg at vera væl sterkari.