Fuglfirðingar hóma fimta plássið

Hóast teir ikki enn hava vunnið fulla úrtøku, so halda toftamenn, at tað gongur rætta vegin

Eitt skifti sá tað út til, at setningurin hjá ÍF fór at vera at stríðast fyri at sleppa burtur úr botnum. Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Tað er bara málmunurin, sum skilir ÍF frá HB og fimta plássinum.

Seinnapartin verður oyggjauppgerð í Fløtugerði ímóti B68. Tað var á Svangaskarði, at Jákup Mikkelsen við 2-1 sigri fekk sín elddóp sum ÍF venjari.

-Tað gongur rætta vegin, og vit ætla okkum at vinna. Higartil hava vit ikki vunnið stórsigrar. Tølini siga, at sigrarnir eru teprir, og vit rokna við tættari uppgerð ímóti B68, sum tykist vera á rættari leið, hóast teir framvegis ikki hava vunnið, sigur Jákup Mikkelsen, ið fegnast um, at nú eru allir útispælararnir tøkir.

Einasti maður á skaðalistanum í Fuglafirði er Tóri Traðará, sum vardi málið í 3-2 sigrinum á Argjum. Tá var Oliver Korch skaddur. Nú er hann komin fyri seg aftur.

Toftamenn kenna tað sum um, at liðið støðugt styrknar, og at fyrsti sigurin ikki er so langt burtur. Jann Ingi Petersen vísti seg í 3-3 heimadystinum ímóti TB at vera sera kærkomin styrkur. Tá var Hákun Edmundsson ikki tøkur. Sunnudagin vera teir báðir á miðvøllinum.

Albert Róin Johannesen og Esmar Clementsen vóru báðir skiftir inn beinanvegin eftir steðgin ímóti TB. Teir hava verið skaddir og vístu seg at vera væl upplagdir.

Tað er ivasamt, um Kristian Anton Andreassen verður førur fyri at spæla ídag.