Ungi fuglfirðingurin, John Fornagarð, er í kríggj. Hann hevur verið í Afganistan síðan í novemburmánaði, og fer úr aftur landinum í februarmánaði. Hann er í Helmand landslutinum, har suðuri í Afganistan, har herdeildin hjá honum heldur til. Helmand landsluturin er økið, har harðasta stríðið er millum talibanar og vesturlendskar herdeildir.
- Alt økið aftanfyri okkum er tryggjað, men vit eru, har alt hendir. Fara vit 500 metrar longur norður, so byrja teir at skjóta eftir okkum, og vit royna at koma í stríð við teir umleið tríggjar ferðir um vikuna, fyri soleiðis at minka um styrkina hjá teimum, greiðir John Fornagarð frá, og leggur afturat, at so seint sum í gjár, rendu teir á eina minu, men teir megnaðu at koyra víðari á hinum hjólunum hjá stríðsvogninum, samstundis sum talibanarnir skutu rakettir eftir teimum.
- Hvørja ferð vit renna á eina minu, fortelja talibanarnir um, hvussu nógvir av okkum eru dripnir, men vit hava bestu bilarnar í Afganistan, so tað er sjáldan at nakað hendir hjá okkum. Hvørja ferð vit møta talibanunum geva vit teimum ein frammaná, og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn teir ikki orka meira, greiðir ungi fuglfirðingurin frá.
Búgva í Bumbuskýlum
Meðan teir eru í Afganistan búgva hermenninir í bumbuskýlum, teir sjálvir hava bygt. Talan er um sera primitivar umstøður, har bara tað at leggja seg at sova er ein avbjóðing.
- Hvørja ferð vit skulu leggja okkum, mugu vit syrgja fyri at tøma soviposarnar, tí tað er eitt sindur heitari inni enn uttanfyri, so øll møgulig djór fara í soviposarnar. At byrja við var tað eitt sindur løgið at skula tøma soviposan fyri skorpiónir og onnur djór, greiðir John Fornagarð frá. Hann leggur afturat, at eisini tað at fara á vesi er ein avbjóðing, tí teir hava bert ein lítlan kassa, har teir gera síni ørindir í ein posa, sum teir síðani brenna.
Viðvíkjandi matinum er ein stórur trupulleiki, at teir skulu syrgja fyri, at mýsnar ikki sleppa framat.
- Mýs eru allastaðni, og tað er ein stór avbjóðing at verja matin. Vit mugu syrgja fyri at hava matin í stálkassum, fyri at mýsnar ikki skulu sleppa til, fortelur John Fornagarð.
Verið í Kosovo
Áðrenn John Fornagarð kom til Afganistan, var hann í Kosovo, har hann hevði eina líknandi uppgávu, hóast stórur munur er á eini friðarvarðveitandi uppgávu í Kosovo, og einari friðarskapandi uppgávu í Afganistan. Í augustmánaði fór ungi fuglfirðingurin úr Kosovo.
Tá hann fekk at vita, at tørvur var á fleiri hermonnum í Afganistan avgjørdi hann at fara niður, tí honum dámar hermannalívið.
- Eg havi ongantíð angrað, at eg fór í herin og øll tey, ið hava hug at síggja heimin á ein øðrvísi hátt, skulu ikki vera bangin fyri at melda seg til, sigur John Fornagarð.
Nøkur ár afturat
Hóast John Fornagarð ikki skal vera í Afganistan so leingi afturat, roknar hann ikki við, at stríðið steðgar enn.
- Tað verða helst nøkur ár afturat. Fólkini eru í ferð við at blíva klár yvir, at vit eru har fyri at hjálpa. Vit royna at byggja skúlar, byggja brunnar og geva teimum vørur. Tað vísir seg, at tey byrja at skilja tað, og tað hjálpir okkum nógv, at íbúgvarnir í landinum ikki eru so nógv ímóti okkum longur, men tað verða nokk nøkur ár, áðrenn friður verður í landinum, greiðir fuglfirðingurin frá.
Vakurt land
John Fornagarð fortelur, at Afganistan er eitt øgiliga vakurt land, við góðum sólargangi og vakrari náttúru. Serliga er tað vakurt í dalinum, har tað størsta stríðið er, tí tað er eitt stórt grønt øki, ið er rímiliga óvanligt. Gróðrarlendið er gott, og tí vilja allir partar halda seg framat økinum.
- Tað er sera vakurt her, serliga niðri í dalinum, og vit eru á patrulju í dalinum við jøvnum millumbilum. Men vit halda til longri uppi, tí her er tryggari at vera, fortelur John Fornagarð. Hann fortelur eisini, at um náttina gerst tað bara kaldari og kaldari. Enntá so kalt, at tað frystir um næturnar, men um seinnapartarnar er tað so mikið heitt, at teir ganga í T-shirt, tá møguleiki er fyri tí.
Øðrvísi jól
- Eg rokni við at sleppa undan jólastressinum, flennir ungi føroyingurin. Hann hevur ikki hugsað so nógv um jólini, men væntar, at tað verður fínt, og at teir fara at halda jól á onkran hátt. Mann leingist eisini nokk so illa heim, men at tað ikki er nakað mann hugsar nakað serligt um, tí tað hendir so nógv alla tíðina, og avbjóðingarnar eru mangar.
- Í mun til tað, vit uppliva her, skal mann ikki grenja heima. Tað er í hvussu so er stórur munur á, greiðir ungi fuglfirðingurin frá. John Fornagarð fer úr aftur Afganistan í februarmánaði, men hann roknar við at fara útaftur til uppgávur í framtíðini.