Tað hevur verið stórur fólkavøkstur í Fugloyar kommunu seinastu fýra mánaðirnar.
Sambært Hagstovu Føroya búðu 37 fólk í Fugloyar kommunu tann 1. september í ár.
Á valdegnum í gjár høvdu 45 fólk atkvøðurætt í Fugloyar kommunu. Sambært heimasíðuni hjá Fugloyar kommunu, so er eitt skúlabarn í oynni, og tað merkir, at tað í øllum førum vóru 46 fólk skrásett í kommununi í gjár. Sostætt hevur verið ein fólkavøkstur upp á í minsta lagi 9 fólk síðani 1. september. Tað er ein fólkavøkstur upp á 24 prosent.
Úrslitið av valinum í Fugloyar kommunu var, at báðir listarnir fingu 22 atkvøður í part, og tí var neyðugt við lutakasti um, hvør av listunum skulid fáa triðja umboðið. Tað bleiv listi B, sum harvið hevur meirilutan.
Amalia í Frammistovu av lista B er borgarstjóri í Fugloyar kommunu.
FUGLOYAR KOMMUNA | |||||
| Kommunuval 8. november 2016, kl. 00:00 | ||||
Flokkur | Atkvøður | % | Vald | ||
A. | Listi A | 22 | 50,0 | 1 | |
B. | Listi B | 22 | 50,0 | 2 | |
Atkvøður | 44 |
| Blankar/Ógild. | ||
Valrætt/Valluttøka | 45 | 97,8% | 0/0 | ||
NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:
Nr. | Listi | Navn | Atkv. | ||||||
1 | A | Jógvan Páll Poulsen | 9 | ||||||
2 | B | Amalia í Frammistovu | 9 | ||||||
3 | B | Marit Fríða Christiansen | 5 | ||||||
FUGLOYAR KOMMUNA |
| ||||||||
| Kommunuval 8. november 2016, kl. 00:00 |
| |||||||
Flokkur | Atkvøður | % | Vald |
| |||||
A. | Listi A | 22 | 50,0 | 1 |
| ||||
B. | Listi B | 22 | 50,0 | 2 |
| ||||
Atkvøður | 44 |
| Blankar/Ógild. |
| |||||
Valrætt/Valluttøka | 45 | 97,8% | 0/0 |
| |||||
NÝVALT KOMMUNUSTÝRI:
Nr. | Listi | Navn | Atkv. |
1 | A | Jógvan Páll Poulsen | 9 |
2 | B | Amalia í Frammistovu | 9 |
3 | B | Marit Fríða Christiansen | 5 |