Fulham venjarin uttan bil

Martin Jol er komin í trupulleikar undan dystinum móti NSÍ í kvøld. Um hann ongan góðan finnur, so stendur Fulham venjarin við hús, tá dysturin byrjar. Tað skrivar Daily Mirror, sum hevur verið í samband við Martin Jol.

 

- Vit hava búð í einum frálíkum gistingarhúsi í London undan dystinum, men trupulleikin er, at bilurin hjá mær tikin av løgregluni, tí hann stóð ólógligt parkeraður, sigur Martin Jol.

 

Hóast Martin Jol hevur búð í London fyrr, tá hann var venjari hjá Tottenham, so vil hann ikki taka ábyrgdina fyri ólógligu parkeringina.

 

- Tað var málmansvenjarin, Hans Segers, ið segði segði at tað var einki trupulleiki at parkera har. Hann hevur búð í London í 23 ár, leggur Martin Jol afturat.

 

Sostatt má Martin Jol finna sær onkran at koyra við, tá hann skal til dystin í kvøld móti NSÍ. Dysturin í Europa League millum Fulham og NSÍ byrjar klokkan 19:30.