Full ferð á Mel Gibson

Í hesum døgum gongur nýggasti filmurin hjá Mel Gibson, Payback, í Havnar Bio, og tey, sum dáma væl skotbardagar og blóð, eiga at leita sær ein túr í biografin at síggja filmin

Filmssjónleikarin Mel Gibson er kendur fyri sínar leiklutir í filmum, har tað gongur hart fyri seg. Filmar sum Mad Max, Dødbringende Våben, Løsepenge og aðrir við, hava gjørt Mel Gibson kendan sum ein filmssjónleikara, ið hóskar sera væl í leiklutir sum ein hørð banan í harðligum actionfilmum. Í Payback spælir Gibson ein simplan tjóv, ið verður lumpaður av sínum nærmastu.


Søgan í filminum

Aftaná eitt væleydnað rán, har teir ræna 140.000 dollarar frá nøkrum kinverjum, skulu Porter (Mel Gibson) og samstarvsfelagi hansara Val ( Gregg Henry) býta peningin sínamillum. Tá ið teir telja peningin og skulu býta, verður Porter tikin á bóli. Kona Porter skýtur hann í ryggin, og saman við Val tekur hon peningin og rýmir í tí trúgv, at Porter er deyður. Vit vita tó øll, at Mel Gibson er ikki so lættur at drepa, og tá hann kemur fyri seg, hevur hann bert eitt í tonkunum, og tað er hevnd.

Porter fer til gamla bústaðin hjá sær, har hann og konan hava búleikast, og har kemur hann fram á konuna, sum er langt úti í rúsevnismisnýtslu. Porter tekur rúsevnini og útgerðina frá henni og læsir hana inni á kamarinum, men hon hevur eitt loyniligt goymistað til rúsevnir í einum skógvi, og tá ið Porter fer inn í kamarið morgunin eftir, er konan deyð av eini yvirdosis.

Umvegis millumhandlaran hjá konuni roynir Porter at finna fram til Val, tí at hann fegin vil hava sín part, 70.000 dollarar, frá væleydnaða ráninum aftur. Hetta gerst ein sera blóðug jagstran, og tað er ikki tal á, hvussu nógv túsundtals skot verða latin í filminum, og hvussu nógvir mans lata lív á slóðini hjá Porter, men tað eru nógvir.

Filmurin endar tó, sum allir aðrir rættir amerikanskir action-filmir, við, at ein illa løstaður Mel Gibson fær gentuna og pengarnar eftir knappar tveir tímar av bardaga, skotum og bumbubrestum, har tað á ein ella annan løgnan hátt altíð eydnast Porter at lumpa mannin við líggjanum. Tað er ikki sørt, at man situr og spyr seg sjálvan, hvagani Porter fær alla orkuna og hugskotini frá.


Mike Hammer stílur

Tað er ikki sørt, at man hómar ein feril av ironi í filminum. Til dømis fær man gjøgnum allan filmin innlit í tankarnar hjá Porter, tá ið man í besta Mike Hammer stíli tosar við seg og til teirra, sum hyggja at filminum.

Filmurin er, sum nógvir aðrir filmar hjá Mel Gibson, rættuliga ógvusligur. Tó er filmurin undirhaldandi, og tekur tú tað heila við fyrivarni, so er filmurin verdur at fara og hyggja eftir. Mel Gibson er sum altíð góður í sínum leikluti, og eisini spælir Maria Bello væl í leiklutinum sum skøkjan Rosie. Hinvegin er Gregg Henry ikki alt ov sannførandi í leiklutinum sum Val. Fleiri aðrir kendir sjónleikarar eru við í filminum, og millum aðrar kunnu nevnast James Coburn, William Devane og Kris Kristofferson.

Payback er leikstjórnaður av Brian Helgeland, og søgan er bygd á skaldsøguna hjá Donald E. Westlake. Filmurin er ein tíma og fimti minuttir til longdar, og hann gongur fyri seinastu ferð í Havnar Bio hóskvøldið.