Tað gongur strúkandi hjá svensku bilverksmiðjuni Volvo. Felagið hevur júst almannakunngjørt roknskapin fyri níggju teir fyrstu mánaðarnar í ár, og har sæst, at felagið hevði 3,2 milliardir svenskar krónur í avlopi hetta tíðarskeiðið. Somu mánaðir í fjør var avlopið 755 milliónir svenskar krónur.
Ein stór orsøk til tað góða úrslitið er, at felagið hevur framt munandi sparingar á lastbiladeildini, men felagið hevur eisini selt fleiri bilar. Tað eru serliga lastbilarnir av sløgunum Volvo, Mack og Renault, sum eru væl umtóktir, men tann nýggi Volvo CE hevur eisini selt væl.
Stjórin í Volvo, Leif Johansson, sigur seg hava góðar vónir um framtíðina hjá fyritøkuni. Hann vísir millum annað á, at eftirspurningurin eftir Volvo-bilum vaks ikki minni enn 46 prosent í juli ársfjórðingi.