Tað er full ferð á NSÍ. Teir í Runavík hava í dag vunnið 5-1 ímóti EB/Streymi, og harvið hevur NSÍ eftir tvey umfør vunnið seks stig við málmuninum 11-2.
NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen var toppskjútti í fjør, og hann hevur lagt ógvuliga bragdliga fyri. Í 6-1 sigrinum ímóti FC Suðuroy sunnudagin skoraði hann trý mál, og í dag skoraði hann tvær ferðir. Fagnaðurin við Løkin var stórur, tá ið 17 ára gamli Meinhard Egilsson Olsen lítla løtu undan dystarenda staðfesti 5-1 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá honum í bestu deildini.
NSÍ legði seg framum, tá ið eitt korter var farið. Talan var um sjálvmál eftir innlegg úr høgru frá Johan Jacobsen. NSÍ hevði fult og heilt tamarhald á, men lítla løtu undan steðginum svaraði EB/Streymur aftur. Sera væl upplagdi Rasmus Dan Sørensen skoraði eftir skjótt mótálop.
Beinanvegin eftir steðgin hevði Jens Michael Jensen risa stóran møguleika at leggja EB/Streym framum, men hann sendi úr vinstru bóltin framvið handara stólpanum.
Lítla løtu seinni skoraði NSÍ tvær ferðir, og so var alt avgjørt. Tað fyrra skoraði Árni Frederiksberg úr 25 metrum, og tað seinna skoraði Klæmint A. Olsen við høvdinum. Stórar tíggju minuttir undan leikloki skoraði Klæmint aftur, og so var tað, at Meinhard E. Olsen skoraði og staðfesti 5-1 sigurin, sum ber við sær, at tað longu í dag er greitt, at NSÍ eisini eftir 2. umfar verður topplið.
-Vit tóku dystin í stórum álvara, tí EB/Streymur kom at vitja við stórum sjálvsáliti eftir 1-1 á útivølli ímóti B36. Spælið var gott í longum løtum, men vit vóru kløkkir, tá ið teir javnaðu, og tá ið teir vóru um reppið vóru við at leggja seg framum.
Alt í alt høvdu vit nógvar møguleikar, og eg eri serliga fegin um, at tað eydnaðist Meinhardi Olsen at skora sítt fyrsta mál í bestu deildini, segði væl nøgdi NSÍ venjarin Trygvi Mortensen:
-EB/Streymur hevur óroynt lið við evnaríkum spælarum. Teir fara heilt víst at vinna stig fí nógvum dystum. Tí er tað so sera týdningarmikið hjá okkum at vinna fulla úttøu í dag, segði Trygvi Mortensen í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.
EB/Streyma hjálparvenjarin Teitur Joensen, harmaðist um, at talan varð um so stórt tap:
-Vit spældu okkum til fleiri møguleikar í dag, enn vit gjørdu týskvøldið ímóti B36. Vit spæla við nýggjum liði, og tá er altíð møguleiki at fáa ein orduligan upp á kassan. Vit vóru stak væl nøgdir í hálvleikinum, og vit tosaðu um, hvussu týdningarmikið tað var, at Klæmint A. Olsen ikki varð leysur við handara stólpa. Men soleiðis varð tað, tá ið hann skoraði bæði til 3-1 og 4-1. Men vit fara at reisa okkum, var boðskapurin frá Teiti Joensen.
NSÍ-EB/Streymur 5-1 (1-1)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: sjálvmál 18.
1-1: Rasmus Dan Sørensen 41.
2-1: Árni Frederiksberg 49.
3-1: Klæmint A. Olsen 50.
4-1: Klæmint A. Olsen 77.
5-1: Meinhard Egilsson Olsen 92.
NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jacobsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jens Joensen, Hákun Edmundsson (Haraldur R. Højgaard, 76.) – Jónhard Frederiksberg (Jonleif Højgaard, 76.), Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg (Meinhard E. Olsen, 67.) – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Hákun Edmundsson, Klæmint A. Olsen
EB/Streymur: Jákup Højgaard – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Jóhannes Hansen – Rasmus Dan Sørensen (Tonny Kruse, 82.), Arnar Dam, Brian Olsen (Rói H. Olsen, 59.) , Niels Pauli Danielsen – Jens Michael Jensen (Jan á Høgaryggi, 59.), Leif Niclasen
Gult kort: Jens Michael Jensen, Brian Olsen