Tað er full semja um at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar. Tað er greitt, nú Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið hjá Henriki Old, landsstýrismanni í Samferðslumálum, um at gera nýggjan tunnil til Hvalbiar. Tilsamans skjýtur hann upp at játta 272 milliónir til endamálið hesi árini til 2022.
Meirilutin í Fíggjarnevndini, sume ru Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, staðfesta, at verkætlanin er væl fyrireikað og búgving at taka politiska støðu til.
– Nýggi tunnilin er tiltrongdur, tí tað verður styttri, tryggari og veðurbetri at koyra ímillum Trongisvág og Hvlba, tá ið tunnilin er gjørdur. Eisini er verkætlanin framtíðartryggjað, við tað, at lagt er upp fyri at hann eisini skal rúma ferðsluni í sambandi við ein framtíðar Suðuroyartunnil.
Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, taka eisini undir við, at Hvalbiartunnilin verður gjørdur. Men teir vilja hava Løgtingið til at samtykkja, at ein nýggjur tunnil til Fámjins skal bjóðast út samstundis.
Hetta fer at gera, at Fámjinstunnilin fer at verða bæði bíligari og skjótari bygdur, enn ætlanir landsstýrisins eru við einum boritoymi, sigur minnilutin. Teir meta, at fámjinstunnilin fer at kosta 60 milliónir afturat teimum 272 milliónunum, sum Hvalbiartunnilin kostar, so tilsamans vilja teir hava Løgtingið at játta 332 milliónir til hesar báðar tunlarnar.