Full-size pickup við øllum

Hans Joensen í Havn hevur keypt ein spildurnýggjan amerikanskan GMC Sierra.

GMC Sierra er ein sonevndur full-size pickup trucks frá General Motors og er ein av teimum størstu á marknaðinum.


Hans hevur sjálvur bílagt sær bilin, sum er sera væl útgjørdur við t.d. navigatión,

leðurkabinu, el-stilling av setrum og pedalum við memory.


Tá síðuhurðarnar eru opnar er eingin stólpi, so tað er lætt at koma inn og úr bilinum.


Bilurin vigar góð 3-tons og motorurin er ein 6,6 litra V8 turbodiesel við 365hk.