FULLA SKRÚVU SÓLFRÍÐ – VIVA LEILA !

Tórbjørn Jacobsen

At so nógv gartan skuldi koma burturúr hesum fittliga fyrispurninginum, skrivaður í bráðskundi stutt fyri evsta mark, týsdagin í vikuni, um leiklutin hjá almenna foruminum Demokratia, í eini ráðstevnu, sum skal verða hildin á Hotel Føroyum 8. mars, tað kom óvart á meg. Máti skal vera við at koma sær lort í býin. Soleiðis sum skeggið nú fløktist í postkassalúkuni. Í máli, sum í peningavavi er fyri lítið at rokna. Í so máta eitt promillumál. Tó hekk ein farri av prinsipiellum krútroyki uppi við málinum. Tað var orsøkin til fyrispurningin og sjálvandi grundin til rumsterilsið, sum nú liggur í kjalarslóðini. Sum keisarans óvinur loyvi eg mær tí hesa hugleiðing.

8. mars er almennur kvinnudagur. So viðurkendur, at hann eisini er almennur flaggdagur í Føroyum. Høgni Hoydal, varaløgmaður fyri Tjóðveldisflokkin, gjørdi ásetingina, og í kunngerð no. 136, um broyting í reglugerð um flagging frá landsins bygningum, var hetta staðfest og lýst hin 18. oktober 2001. Demokratia, sum nevndin nú rópar seg, ið skuldi virka fyri øktum leikluti hjá kvinnum í at taka politiskar avgerðir, er beinleiðis avleiðing av útnorðursamstarvinum, sum Føroyar eru partar av. Har varð samtykt gjørd um hetta í 1999, og longu 18. november 1999 samtykti Løgtingið at taka undir við hesum átaki. Hetta varð meira formaliserað í løgtingssamtykt 20. oktober 2005, har bara ein tingmaður, úr Miðflokkinum, atkvøddi ímóti, ímeðan 28 tingmenn atkvøddu fyri. Eftir eina tunga byrjan, har Lisbeth L. Petersen var skúgvað av rókini, sum nevndarlimur, og eg sjálvur sum varanevndarlimur, orsakað av formalistiskum orsøkum, havi eg havt ta fatan, at nevndin tók sína uppgávu í fullum álvara. Hóast man ikki hevur verið samdur við øllum bulletinunum, sum komnar eru oman av fjallinum.

Ivaleyst halda tey flestu nú, at æðraknútarnir eru í ferð við at tamba og spreingja maskulinu gamsjubrøkunar á tingi. Mest misskilti politiski metaforur í Føroyum hesa vikuna. Vanlig argingarjargon í tingbólki Tjóðveldisfloksins, táið hildið verður, at tingmenn eru í so krøknir fyri egið valdømið. Tá plaga vit at tosa um lokalpatriotisku gamasjubuksurnar, sum eru farnar at tátta í meira lagi. Hesaferð snúði málið seg, umframt Skálafjarðartunnilin, fyri tað mesta um eitt kommunumál, har Heidi og eg vóru ósamd, hvørt Eiðis Kommuna skuldi lóggevast upp í Sunda Kommunu, ella eiðisfólk sjálvi, soleiðis sum tey ynsktu tað, skuldu eiga høvið, at velja sína egnu kommunalu framtíð. Soleiðis gjørdist hetta eitt stríð ímillum tvey valdømi. Sjálvandi vardi eg áhugamálini hjá eiðisfólki. Tað gjørdu øll tjóðveldisfólkini, Heidi undantikin, hon vardi áhugamálini í Norðstreymi, har Fólkaflokkurin og hon eftir míni meting gjørdu eina óhóskandi innrás í fremmant øki. Tí varð hasin metaforurin brúktur. At blaðfólk og onnur hava tikið hann bókstaviliga, ja, tað fái eg onki gjørt við. Heidi og eg hava í hvussu er ongan trupulleika av hasum málinum, nú skemtið gjørdist minni avanserað í tulkingini enn vit væntaðu.

Aftur til Demokratia, Kvinnu og ráðstevnuna 8. mars. Byrjanarskotið til dagin rann úr leyparanum í Ný York fyri 99 árum síðani. Fátækar kvinnur ganga kravgongu. Gongan er fyri javnbjóðis rættindum og vendir sær ímóti frægara og sjálvsætaða slagnum. Yvirklassanum. Samsvarandi uppskoti frá Claru Zetkin tekur kvinnuliga socialistiska heimsrørslan dagin til sín, og tvey ár seinri verður hann ásettur at vera kvinnudagur, hetta hendir táið felagsskapurin heldur ráðstevnu í Keypmannahavn í 1910. Tí er hetta ein klassiskur stríðsdagur hjá kvinnuligum socialistum. Serliga teimum, ið stóðu vinstrumegin javnaðarflokkarnar.

Í hesum søguliga ljósroðanum dagar ráðstevnan hjá Demokratia og blaðnum Kvinna úr havsbrúnni. Stríðsdagurin skal haldast og virðast á eini bráðpannu, har djúptøknir fyrilestrar, tónar, krás fyri frægari gómar og dýrt franskt vín er samanvovið í eina skrá, sum sær ógvuliga spennandi út. Kostnaðurin er 1.000 krónur fyri knokkin. Varhugin stingst upp, um ráðstevnan ikki verður hildin fyri paralellinum hjá teimum, sum fæleysu kvinnurnar stríddust ímóti í Ameriku fyri sløkum hundrað árum síðani. Fatanin hjá ovaru løgunum í Føroyum er kanska, at kvinnurnar í landinum eru ein homogenur massi, mótvegis mannfólkarúguni, sum er meira differentierað. Soleiðis er samfelagið nú einaferð ikki innrættað. 8. mars er hósdagur í ár. Sjálvur avskipingardagurin hjá flestu útflutningsfyritøkunum, flakavinnuni, dagurin táið alt koyrir upp á pumpurnar. Tímaløntu kvinnurnar missa dastið av eini vikuløn, skula tær luttaka. Fyrst avspaseringin sjálvan dagin og síðani tær 2.000 krónurnar, ið skula forvinnast, fyri at atgongumerkið kann verða goldið. Longu í hesum skismaðinum fer man at ivast, um hetta er eitt mál fyri Demokratia, sum sambært løgtingssamtyktini, skal fremja øktan leiklut hjá kvinnum táið politiskar avgerðir skula takast. Harfyri kann tað vera eitt mál fyri blaðið Kvinnu, og tað er eitt heilt annað mál. Sum kommersiel fyritøka skal samtakið vinna pening, tað er sjálvsagt og rímiligt, og í so máta er tiltakið ivaleyst vælteimað og pallsett, serliga eftir ókeypis undanlýsingina, sum fyrispurningurin í løgtinginum nú gav átakinum.

Nú veit ongin rættiliga hvussu samstarvið millum Kvinnu og Demokratia er íkomið, ella hvussu hetta annars var samanskrúvað. Okkurt bendir tó á, at leikluturin hjá almennu nevndini hevur verið lítil. Og nú peningurin er fluttur aftur, og blaðstjórin sigur, at hetta ongan týdning hevur fyri ráðstevnuna annars, so fær man ikki gjøllhugsað øðrvísi, enn at hetta onkursvegna var eitt blanco-sponsorat, har avsendarin onga ávirkan hevði á innihaldið. Í hvussu er trýsti fyrispurningurin somikið harðliga á okkurt líktorn, at snúður kom í transaktiónina, hon vendi aftur sum grátt kálvskinn. Kanska tekin um, at nevndin hevur verið meira large enn gott var, uttan at kenna substansin í málinum, og uttan at vita, um nú tiltakið stendur mát við endamálsorðingina hjá nevndini. Væntandi tekur formaðurin hetta glappakastið á sín kappa. Sum málið nú stendur, kundi peningurin líka so væl verið sendur Lindini, Rás2, Vikublaðnum, Norðlýsinum, Oyggjatíðindum, Sosialinum ella Dimmalætting, um hesir miðlar søgdu seg ætlað, at gera einhvørja profilering, sum kundi styrkja kvinnunar støðu í føroyska samfelagnum, og sum onkursvegna kundi eggja teimum til at átaka sær ein størri leiklut í politisku skipanini.

Fatali brølarin hjá Demokratia er tó ætlaða kjósingin av ársins kvinnu. Størsta spjaðingarmálið í Føroyum í nýggjari tíð er 266b-málið. Ásetingin um happingarverju fyri kynsliga sannføring. Málið er avgreitt. So treystliga var tó løtt, at stólarnir undir tveimum politiskum næstformonnum sprongdust í luftina. Ikki av hesum málinum, meira tí at teir mistu nervarnar um framtíðina, glíðibreytina, sum als ikki hevur verið til viðgerðar í hesi syftu, somikið komiskari eru avleiðingarnar. Deserteringin hjá Karsten og fjarstýrda Golem-attitýdan hjá Alfredi. Ein sprunga stendur tó eftir, og gapar niður í gjøgnum tjóðina, fólkið. At almenna savningar- & menningarforumið fyri føroyskar kvinnur, Demokratia, er partur av átaki, har 266b-málið er høvuðskriteriið fyri kjósingini av ársins kvinnu í Føroyum, tað má fyri tey flestu vera ein sera stór gáta. Eisini fyri okkum, ið atkvøddu fyri málinum. Soleiðis sum tað verður argumenterað í blaðnum, er ongin ivi, ársins kvinna kann ikki vera í andstøðu til hendan partin av donsku revsilógini. Og tað man vera helvtin av helvtini. Sum tá er frávald. Tí ætlanin tykist vera, fyri at siga tað ljótt, at velja ársins 266b-drotning á høvuðsstaðarinnar Parnassos, fyri eitt kvøld, uppi á Hotel Føroyum 8. mars. Í blaðnum sigur ein av kandidatunum enntá, at 266b-málið er hennara lívsverk sum politikkari. Í mínum hugaheimi ein sjálvsagdur bagatellur í mun til m.a. reduktiónina í ríkisveitingini á 366 milliónir krónur, tjóðveldisuppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap og vøksturin á mentanarkontunum, táið Tjóðveldisflokkurin ráddi fyri borgum í Tinganesi.

Haldast má, at Demokratia nú er skeklað úr ráðstevnuni. Skekilin brast táið peningurin kom aftur í almenna kassan. Harvið hevur nevndin tað størri møguleikar, at fara undir at savna, heldur enn at spjaða, føroyskar kvinnur í sjálvsøgdu strembanini fyri javnstøðu.

Mál, ið fáa lagnu sum hetta, enda oftani í óvæntaðum komikki. Soleiðsni eisini við hesum. Javnaðarflokkurin helt seg síggja ein møguleika í at venda grindini, nú tað rak á kíkin. Jóannes Eidesgaard og John Johannessen, krúnprinsur, gera eitt spunaátak. Varpa út á heimasíðuna, at flokkurin akslar síni skinn við ráðstevnuna. Hetta hendi fyri avgerðina hjá Sansum, at returnera almenna avlátið. Teir báðir oddvitarnir avgerða í skundsemi, floksins vegna, at keypa 18 atgongumerki til trúðfastastu teknarnar. Skeggið stendur, sum vituligt er, nakað nær høkuni. Og í næstan euforiskum ovfarakæti flýggja teir í tíðindaskrivinum fólkinum tey ósannindi, at Javnaðarflokkurin skal hava uppfunnið hetta forumið, Demokratia. Tað er jú ein loddrøtt lygn, og tað stendur beinleiðis, ítøkiliga, í samtykta løgtingsuppskotinum, at neistin kveiktist í útnorðursamstarvinum. Og har hava kvinnurnar ivaleyst, tvørpolitiskt, verið høvuðsarkitektarnir. At Javnaðarflokkurin, við ongari kvinnu á tingi, og einum løgmanni, sum onga kvinnu vildi seta sum ministara í sína stjórn fyri trimum árum síðani, nú ætlaði at skora nøkur bílig poeng í havrokinum í kjalarslóðini av hesum fyrispurninginum, tað er komikkur í sjeynda potensi. Paradoksalt eisini, at hesin sami politiskt kvinnufráveljandi løgmaður skal seta ráðstevnuna, og at kandidaturin í framsøkn hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum, formaðurin í Demokratia, beint eftir tað skal hugleiða um kvinnuleiklutin í sambandi við visión 2015, sum bara eitt einasta menniskja eftirhondini trýr uppá í hesum landinum, - løgmaður sjálvur.

Tá mátti Tjóðveldisflokkurin ligið betri í svinginum. Flokkurin, sum burturúr hevur havt bestu kvinnuligu umboðanina, á tingi, landsstýri og býráðum. Floksfelagin úr Miðvági, Sólfríð Fjallsbak, nevndarlimur í Demokratia, gevur ilt av sær í grein, og gangi út frá, at ríðurnar í mestan mun eru ætlaðar mær. Eg ivist ikki í, at tit gera eitt gott arbeiði í nevndini, hóast hendan svipsaran, og vil bara mæla tykkum til at dríva á í átakinum, at vaksa um kvinnuligu umboðanina, har politiskar avgerðir verða tiknar. Veruligt fólkaræði hava vit ikki, fyrrenn allir bólkar í samfelagnum eru á leið javnbjóðis umboðaðir. M.a. á Føroya Løgtingi, har demokratiska málið ikki er rokkið, fyrrenn 16 kvinnur verða valdar, men málið verður ikki rokkið uttan so, at kvinnur kring landið bjóða seg fram og fara í framsøkn. Míni ráð skula tí verða: Drív á Sólfríð. Tú hevur fullan stuðul í Tjóðveldisflokkinum til tess at røkka málinum, sum m.a. Demokratia skal vera lunnadragarin fyri. Nevniliga javnstøðu kynjanna millum. Og ongin orsøk er fyri, at tit leypa niður aftur í skotgravirnar, hvørjaferð tað lotar úr hanakjafti, politikkur er ikki fyri erkvisnar sálir. Hvølja krevst og nakað av vøddum, og teir styrkna vanliga í andróðri. So tað er bara at halda fram í góðum treysti, málinum røkka tit við vissu, tað er eftirhondini bara ein tíðarspurningur.

Ímeðan landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, kvøld eftir kvøld, letur seg brúka sum livandi reklamusúlu í sjónvarpinum, og harvið fær áneyðugu dagligu ransónina av miðlamassasju, fyri partafelagið Sansir og blaðið Kvinnu, bíða vit í spenningi eftir ráðstevnuni, har Hendrik Old, Sverri Midjord og Gerhard Lognberg, við javnaðarfíggjaðum atgongumerkjum, fara at dansa fandango saman við kreminum í føroyska kvinnuskaranum. Ímeðan reinskerarnir í Vági, á Tvøroyri og í Skopun stríðast við at fáa seinastu stertarnar til høldar fyri avskiping. Kanska ein aparte sfera fyri hesar kallarnar, táið teir millum danskar pedagogar, pinnakrøkt proteinir og franskar drúur í standandi ovatiónum fara at heiðra 266b drotningini. Tá skuldi man verið fluga. Annars kundi eg hugsa mær at hoyrt frá Team85, Reproz, Døgg, Vikublaðnum og øðrum lýsingarstovum, hvat tey har halda um, at vinnumálaráðharrin hjá Fólkaflokkinum letur seg nýta sum livandi reklamusúlu fyri kappingarneytan, og kanska Jóannes Eidesgaard sigur okkum hvussu nógvan reiðan pening Bjarni Djurholm fær afturfyri hetta sjaldsama fyribrigdið, har varaløgmaður, politikkarin, letur seg brúka í lýsingarherðindum hjá eini kommersiellari fyritøku í landinum. Kanska kundu Anfinn, Óli og mentamálaráðharrin sagt okkum hvussu hendan nýggja og óvæntaða spleysingin millum Fólkaflokkin og 266b-málið er umhildin í flokshøpi. Poul Michelsen má liggja svøvnleysar nætur, nú floksfelagin í nesinum fer glorvandi avstað við ambitiøsum herðindum á tveimum rossabakum. Fyri og ímóti 266b, alt í somu kommersialiseraðu politisku hvirlu.

Tað einasta sum nú kann fáa ráðstevnuna á beint aftur, og fylla upp í ringastu skeinurnar, í lakkinum hjá Demokratia, er at einasti kandidaturin, sum er leysur av øllum uttan sær sjálvari, megnarverki sínum og gagnríka meginfelagnum hon umboðar, verður kjósað til ársins kvinnu, nevniliga: Laila Solmunde.