Ville Peltonen og Ed Belfour, sum báðir spæla við Florida Panthers í NHL, máttu ein túr handan rimar, eftir at teir í fyllskapi sorlaðu ein sløkkiliðsbil sundur.
Hetta hendi eftir, at teir taptu í Stanley Cup, sum NHL-kappingin verður rópt.
- Í løtuni savna vit upplýsingar saman um tilburðin. Í morgin fara eg at hava persónligar samrøður við leikararnar, og so fáa vit at síggja hvat hendir, sigur venjarin hjá Florida Panthers, Jacques Martin við Miami Herald.
FCK er danskur meistari
Tað sigur Scandic Bookmaker og hevur goldið út vinningin til tey, sum hava tippað FCK sum danskan meistara.
FCK førir donsku SAS-liguna við níggju stigum, men enn resta 10 umfør.
- Vágin liggur sjálvandi í, at FC Midtjylland ella OB yvirhála FCK, og so eru vit noyddir at rinda út vinningar enn einaferð. Men hetta er ein vági, vit eru sinnaðir at taka og harvið gleða kundar okkara við at fáa vinningin áðrenn teir høvdu roknað við tí, sigur fjølmiðlaráðgevin hjá Scandic Bookmakers, Frederik Skov, við Ekstra Bladet.