Kristina Háfoss
Løgtingskvinna og næstforkvinna í Løgtingsins Fíggjarnevnd
--------------
Hevði veruliga ikki trúð at grundleggjandi broytingar í okkara skatta- og pensjónsskipanum fóru at verða skrumblaðar ígjøgnum uttan neyðuga viðgerð og uttan samráð við eitt nú við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Men so verður. Vit hava nú fingið fíggjarlógaruppskot landsstýrisins og síggja nú politikkin hjá verandi samgongu í praksis. Talan er sum heild um ein stuttskygdan og ófullfíggjaðan politikk.
Samgongan valt øktan rakstur, færri íløgur og størri undirskot
Samgongan hevur í fíggjarlógaruppskoti sínum økt um rakstrarútreiðslurnar í mun til í ár, og eisini eru íløgurnar minkaðar í muntil íløgukarmin, ið Løgtingið samtykti fyrr í ár. Hartil er undirskotið størri enn í játtanarkarminum og hetta hóast inntøkuførdar verða 235 mió. kr., ið áttu at komið inn sum pensjónsskattur seinni. Eisini hevur samgongan valt at útskjóta fleiri størri og virksemisskapandi íløgur - eitt nú Miðnámsskúladepilin í Marknagili og Tjóðleikhús. Hartil er ongin mett fíggjarlóg fyri 2013 og 2014. Størstu málini í fíggjarlógini eru tó skattalættin og pensjónsskattingin.
Koma at mangla inntøkur í framtíðini
Í dag eru vit 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist. Í 2040 vera 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist. Tað sigur seg sjálvt, at inntøku- og pensjónsskatturin hjá hesum 2 ikki verður nóg mikið til at rinda allar eldraútreiðslur og vælferðartænastur til støðugt fleiri pensjónistar – ið ikki fara at rinda skatt tá. Pensjónsskatturin, ið tá er tørvur á, er longu brúktur. Vit skulu tí vænta at nýggir skattir og brúkaragjøld á vælferðartænastum kunnu væntast tá.
Stóran skattalætta til 11% av føroyingum
Skattauppskotið hjá samgonguni merkir eisini at allir inntøkubólkar koma at rinda fyri stóran skattalætta til serliga 11% av føroyingum. Tí tað eru tey við inntøkum á 400.000 kr. og hægri, ið fáa úr 2.000 og meira í mánaðarligum skattalætta.
76% av skattgjaldarum ongan skattalætta
Inntøkur upp til 300.000 kr. um árið – t.e. 76% av skattgjaldarum – fáa stórtsæð ongan skattalætta. Tvørturímóti fáa hesi reallønarminking vegna ta príshækking, ið kann standast av, at 265 mió. kr. í skattalættum til hægri inntøkurnar. Hartil kemur, at skattingin av lágum og høgum pensjónum framyvir vil verða 40%, ið er ein lætti fyri høgar pensjónir og ein hækking fyri lágar pensjónir.
Takið fatur í veruligu avbjóðingunum – nú !
Allur heimurin hevur nú í fleiri ár verið í fíggjar- og búskaparkreppu. Føroyar eru eisini raktar. Higartil er onki ítøkiligt gjørt fyri at fremja alneyðugar nýskipanir innan fiskivinnu, pensjón, kommunur, skúlar og fyrisiting okkara. Alneyðugt at tíð og orka verður brúkt til at tillaga okkara samfelag sum skjótast, soleiðis at vit fáa eitt so gott samfelag sum møguligt fyri allar føroyingar. Tá fáa vit eisini eina meira fullfíggjaða fíggjarlóg.
Fíggjarnevndin kann bøta um fíggjarlógina
Fíggjarlógaruppskotið hjá BADH skal nú gjølla viðgerast í Løgtinginum og í Fíggjarnevndini har vit fara at gera okkara til, at gera neyðugar tillagingar, ið skulu til fyri at bøta um fíggjarlógina, og tryggja at tey stórmálini, ið ætlanin er at skrumbla ígjøgnum, fáa alneyðuga og gjølla viðgerð.
Málið er, at gera eina ófullfíggjaða og óveruliga fíggjarlóg, munandi meira fullfíggjaða og veruliga.