Fullir menn tiknir í báti

Tíðliga sunnumorgunin vórðu tríggir menn, sum vóru farnir úr Klaksvík í báti, handtiknir á leiðini við Eystnes, har staðfest varð, at teir høvdu ov nógv í blóðinum

Tað var klokkan 02.53 sunnunáttina, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bátur loysti í Klaksvík við trimum ungum monnum umborð, sum helst vóru ávirkaðir.
Løgreglan setti seg í samband við MRCC, sum síðani fekk fatur á bjargingarbátinum Ziska hjá Norðoya Bjargingarfelag.
Ziska, sum gongur 19 míl, helt avstað aftaná bátinum klokkan 03.19, men tað eydnaðist teimum ikki at vinna bátin aftur.
MRCC fekk tí fatur á Lív klokkan 03.30, og saman við manningini á Lív fór løgreglan eisini avstað.
- Vit steðgaðu bátinum við teimum trimum monnunum umborð við Eystnes klokkan 03.56, og klokkan 04.04 var støðan undir eftirliti.
Løgreglan sigur, at teir tríggir menninir sluppu at blása í alkoholmetrið, og tað vísti seg, at teir høvdu ov nógv í blóðinum.
- Menninir vórðu tí handtiknir, og seinni varð blóðroynd tikin, áðrenn menninir vórðu leyslatnir aftur, sigur løgreglan.