Tann dagin, Báður Nielsen skipaði nýtt landsstýrið í 2019 sótu fýra menn og fýra kvinnur í landsstýrinum. Har var javnstøða millum kynini. Einasta yvirvág til menninar var, at ein maður var løgmaður.
Nýggja samgongan hevði seks menn og eina kvinnu. Síðani tá hevur løgmaður skift fýra fólk út í landsstýrinum og hvørja ferð sett ein mann. Seinastu ferð var í gjár.
Og sum vera man fær hann spurningin, hví ikki eina kvinnu?
Og svarið er tað sama hvørja ferð. At tað eru flokkarnir sjálvir, sum velja síni landsstýrisfólk, sum løgmaður setur. Og spyrt tú flokkarnar, í hesum førum Fólkaflokkin, so er svarið, at tað kann ikki vera teirra uppgáva at tryggja javnstøðu, tí tey hava ein trupulleika við einum landsstýrismanni, sum mátti leggja frá sær.
Soleiðis tekur eingin ábyrgdina av, at javnstøða verður tryggjað í landsstýrinum, sjálvt um landsstýrið setir sum treyt fyri øll stýri, nevndir ella ráð, sum landsstýrismenninir seta, at har skal vera javnstøða millum kynini.
Løgmaður helt fast um treytina, hann hevði givið Fólkaflokkinum, tá tey tóku tvey fólk úr landsstýrinum fyri at trýsta Anniku Olsen úr Løgtinginum, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ikki verða sett aftur sum landsstýrisfólk. Tað hevði Fólkaflokkurin eftir øllum at døma ikki roknað við. Tí var uppskotið hjá Fólkaflokkinum at seta Jacob Vestergaard sum nýggjan landsstýrismann. Fólkaflokkurin tók sum givið – eins og flestu viðmerkjarar eisini, at løgmaður fór at bakka frá kravi sínum. Men tað gjørdi løgmaður ikki. Tí gjørdist valið hjá Fólkaflokkinum so avbjóðandi, at tað bara kundi vera Uni Rasmussen.
Lat okkum taka tingfólkini eftir atkvøðum:
1. Beini Johannesen (998 atkvøður) kundi illa setast sum landsstýrismaður, tí Fólkaflokkurin longu hevur ein landsstýrismann úr Norðoyggjum. Og kanska heldur flokkurin eisini, at hann sum bara 25 ára gamal er ov ungur til stóru avbjóðingina.
2. Jacob Vestergaard (783 atkvøður). Løgmaður vildi ikki seta hann.
3. Jørgen Niclasen (722 atkvøður).
4. Jógvan á Lakjuni (683 atkvøður). Situr sum løgtingsformaður
5. Christian Andreasen (580 atkvøður). Hevur ikki stundir at vera landsstýrismaður, tí hann er so upptikin av sínum privata vinnuvirksemi um advokatur
6. Jákup Mikkelsen (548 atkvøður). Umboðar Norðuroyggjar, sum longu hava ein landsstýrismann. Sigst eisini at vera á veg úr politikki.
7. Uni Rasmussen (465 atkvøður). Nýggjur landsstýrismaður. Býr í Norðragøtu. Frammanundan er bara ein landsstýrismaður úr Eysturoy, Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum.
8. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (461 atkvøður). Løgmaður vildi ikki seta hana.
Varafólk, sum hava sitið á tingi:
9. Heðin Zachariasen (342 atkvøður). Hevur ikki undirtøku í tingmanningini.
10. Annika Olsen (289 atkvøður). Hevur ikki undirtøku í tingmanningini
11. Brandur Sandoy (289 atkvøður). Hevur ikki undirtøku í tingmanningini og hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum.
Listin hjá Fólkaflokkinum til seinasta løgtingsval 31. august 2022:
##med2##