Fulltrúar til Heilsumálaráðið

 

Starvið

 

Søkt verður eftir tveimum fulltrúum til fast starv í Heilsumálaráðnum.

 

 

 

Førleikakrøv

 

Kravt verður, at umsøkjari hevur útbúgving frá hægri lærustovni innan løgfrøði, stjórnmálafrøði, búskaparfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving.

 

 

 

Persónlig førleikakrøv og royndir

 

Umráðandi er, at tann, ið settur verður:

 

 

 

  • hevur góð samstarvsevni,
  • hevur góð greiningarevni,
  • hevur góðar samskiftisførleikar í føroyskum og donskum, bæði munnliga og skrivliga,
  • hevur politiskt tev,
  • er tænastuhugað/ur, fleksibul og miðvís/ur,
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt.

 

 

 

Umsøkjarar skulu eisini hava evni til at hugsa strategiskt og samskifta á ymiskum stigum.

 

 

 

Løn og setanartreytir

 

Talan er um fulltíðarstørv, ið verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um øll stjórnarráðini, Løgmansskrivstovuna og deildir teirra. Roknast kann við, at arbeiðstíðin stundum fellur uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

 

 

Vit bjóða

 

Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

 

 

 

Nærri kunning um starvið

 

Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Turid Arge, aðalstjóra, á tel. 304050 ella umvegis teldupost til [email protected] at fáa nærri upplýsingar.

 

 

 

Umsóknir

 

Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu sendast til:

 

 

 

Heilsumálaráðið

 

Eirargarður 2

 

100 Tórshavn

 

 

 

ella við telduposti til [email protected]

 

 

 

Umsóknir skulu vera Heilsumálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. januar 2022, kl. 12.00.

 

 

 

Starvið verður sett frá 1. mars ella skjótast til ber. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

 

 

Tú kanst lesa meira um málsøkið, sum Heilsumálaráðið umsitur, á www.hmr.fo