B36-ÍF 2-2 (1-1)
Oddauppgerð stóð á skránni, tá fuglfirðingar leygardagin løgdu leiðina til Havnar. ÍF, sum undan dystinnum var ósigrað, setti frá fysta leikdegi kós upp móti bestu deildini, og hóast málleysa javnleikin seinasta vikuskifti, var einki at ivast í, at teir ætlaðu sær øll stigini frá teimum næstbestu B36 monnunum.
Í gávuhýri
Hetta var tó á onga hátt sjónleigt fyrstu trý korterini av dystinum í Gundadali. Besta liðið hjá B36, hevur fleiri skaðar at dragast við, og hetta viðførir so aftur, at leikarar fell burtur av á næstbesta liðnum, men kortini hevði B36 eitt støðugt trýst á ÍF málið allan fyrra hálvleik.
Somikið illa stóð til, at fyrrverandi ÍF venjarin, sum nú er hjálparvenjari í B36, Piotr Krakowski, sjálvur noyddist at spæla, og frá sweepara plássinum stýrdi hann ungu leikarunum við hepnari hond. Fleiri góðir málmøguleikar spurdust eisini burturúr, men tá heimaliðið slapp framum, var tað við góðari hjálp frá ÍF málverjanum.
Allan Joensen ætlaði sær helst at lofta bóltinum, tá hornaspark varð sent innfyri, men onkursvegna fekk hann ikki fatur á, og ístaðin datt bólturin inn í málið.
Um tað var fyri at siga takk, skulu vit lata verða ósagt, men í øllum førum var B36 verjan skjót at svara aftur. Karl Leonsson var ósketin í verjupartinum, og tá bólturin varð rullaður upp á tvørs, fekk Bárður á Lakjuni fatur á, og eftir at hava drigið framvið tveimum verjuleikarum, setti hann bóltin í netið aftan fyri Rene Torgarð til hálvleiksstøðuna 1-1.
ÍF betri við
Í seinna hálvleiki komu fuglfirðingar nógv betri við í dystin, og fleiri ferðir var eisini talan um heilt góðar møguleikar, men Rene Thomsen bjargaði einar tvær ferðrir í stórum stíli, soleiðis at vónin um stig framvegis varð varveitt hjá høvuðsstaðarfelagnum.
Javna støðan helt sær eisini nakað væl inn í seinna hálvleik, men burtur úr so at siga ongum fekk Eyðolvur Petersen brádliga lagt gestirnar á odda. Hetta hendi eftir at bólturin í fyrstu atløgu varð skallaður úr brotsteiginum, men við einum dundurskotið sendi Eyðolv bóltin upp í handara málhorn. Eitt sera vakurt mál, sum B36 málverjin einki fekk gjørt við.
Sostatt var líkt til, at Fuglfirðingar skulu varveita oddasessin, men móti endanum av dystinum eydnaðist tað kortini Johnny Samuelsen at javna, eftir at ÍF málverjin ikki fekk fatur í einum innleggi.
Javnleikur gjørdist endaliga støðan, og hóast teir vóru nær við sigrinum, so tóktust fuglfirðingarnir ikki so øgiliga vónsviknir av hesum. B36 vísti fyri viku síðani, at teir ikki verða lættir at syfta á heimavølli, og kanska var tað hetta, sum fuglfirðingar høvdu í huganum, áðrenn teir fóru á vøllin.
Skulu teir gera sær nakra vón um at vinna seg uppaftur í oddin, er tó neyðugt, at teir serliga í álopspartinum verða betri skipaðir. Málini hesuferð vóru úrslit av einmansavrikinum heldur enn góðum álopsfótbólti, og í longdini er spurningurin helst, um hetta er nóg mikið til at vinna sær sætið aftur í bestu deildini.
B36-ÍF 2-2 (1-1)
1-0: Sjálvmál
1-1: Bárður á Lakjuni
1-2: Eyðolvur Petersen
2-2: Johnny Samuelsen