Fullur maður spældi við krokodillu

Ein 36 ára gamal avstraliumaður var heppin í gjárkvøldið, tá hann í fyllskapi grulvaði yvir til eina fimm metrar langa krokodillu og royndi at seta seg upp á hana at sita. Ein talskvinna hjá løgregluni sigur, at maðurin fór inn í eitt villdjóraøki tætt við býin Broome, sum er í útnyrðingspartinum av Avstralia.

Fyrst grulvaði hann inn til eina kvennkrokodillu, sum hevði tveir ungar, og haðani fór hann inn til ta fimm metrar longu kallkrokodilluna. Hon beit mannin í annað beinið, tá hann royndi at sleppa upp á ryggin á henni. Tað eydnaðist manninum at sleppa burtur haðani og at leita sær hjálp á einum vertshúsi, sum hann hevði verið á frammanundan.

Í meðal doyggja tvey fólk í Avstralia um árið eftir at vera komin í hóslag við saltvatnskrokodillur, sum kunnu blíva sjey metrar langar og viga meiri enn eitt tons, skrivar Reuters.