Fullveldið - ein ræðumynd

? ? ?

Tað er rættuliga ringt at tosa um hesa ørvitisætlan uttan at nevna fullveldið - og avleiðingarnar av henni. Tað er ein ræðumynd ið stendir eftir.

Vit fleiri túsund sambandsfólk vilja gera vart við hetta. Vit vilja við hond og fót berjast ímóti øllum, ið kann skaða hetta land og borgarar tess. Vit vilja forða fyri at Føroyar gerast eitt ræðuligt land at búgva í.

Vit vilja altíð stríðast fyri broytingum til frama fyri hetta land.

Skilagóðar broytingar:

Okkara ynskir viðvíkjandi stjórnarligum viðurskiftum eru skilagóð: Innan Ríkisfelagsskapin at greiða tey viðurskiftir, ið eru ógreið innan ríkispartarnar.

Á breiðum grundarlagi á Føroya Løgtingi og Føroya fólki. Soleiðis at stjórnarligu broytingarnar halda longur enn til næsta val.

Nærum helvtin av Føroya Løgtingi sigur: Broytingar innan ríkisfelagsskapin. Nærum øll fólk í Føroyum vilja vera innan Ríkisfelagsskapin. Um tey fáa at vita konsekvensin av at fara úr ríkisfelagsskapinum, man vera mangur tjóðveldisveljari, ið heldur vil liva í Føroyum innan ríkisfelagsskapin, enn í øðrum landi uttan ríkisfelagsskapin. Og tí ikki ynskir at atkvøða fyri ræðumyndini.

Um viðurskiftini versna vera tað helst mong ið flyta av landinum.

Eg eri Sambandsmaður - av tí at eg vil liva við ábyrgd í einum framkomnum Føroyum.


Marjus Dam, tingmaður Sambandsfloksins