Tað er sera syrgiligt at síggja slíka niðurbrótandi skriving.
Lat tað verða púra greitt: Vestmannasunds tunnilin skal gerast NÚ:
Tunnilsgerðin um Vestmannasund steðgaði í 1988-89. Vit hava nú í mong ár skula liva undir ótolandi ferðaumstøðum, orsaka av at hetta arbeiði ikki er gjørt liðugt. Vit í Vágum/Føroyum góðtaka als ikki, at hetta mál verður útsett longur. Tað skal ígongd nú. Tað standa vit í Vágum sum ein maður/kvinna saman um. Tað skal ongin nakrantíð ivast eina løtu í. Tað er skeivt av Hergeir Nielsen at tvinna eitt Suðuroyarskip saman við tunnili - tí bæði skulu gerast.
Hergeir svav - ímeðan Sambandsflokkurin mælti til at gera eitt nýtt Suðuroyarskip. Tá ið fíggjarlógin fyri 1999 var til viðgerðar mælti Sambandsflokkurin, har Lisbeth L Petersen og Flemming Mikkelsen vóru umboð floksins í fíggjarnevndini, at settar vórðu av 40 milliónir krónur av í 1999 og tilsamans 190 milliónir eftir trimum árum, til eitt nýtt Suðuroyarskip. Hetta uppskot varð tíverri ikki samtykt av fullveldissamgonguni hjá Hergeiri Nielsen.
Tjóðveldisflokkurin
og fíggjarpolitikkur:
Allir føroyingar vita, at serliga Tjóðveldisflokkurin, ið umsat Fíggjarmál frá 1984 ? 88, við serligum meistarligum fíggjarligum óhegni megnaði at renna Føroyar á húsagang.
Tá ið landskassinbn reelt var tómur, reypaði Tjóðveldi av, at tað fleyt ivir.Tað er ein óreingiligur søguligur sannleiki. Vit kunnu siga, at Tjóðveldisflokkurin hevur stóra skuld í, at Føroyar eru silgdar afturút i mong ár. Hetta orsaka av vánaligar fíggjarstýring og ábyrgd hjá politiskum valdi í Føroyum í 80-unum.
At hesir nú skulu loysa Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum, gevur mongum føroyingi ein ótryggan náttarsvøvn eins og manga vøkunátt. Tað er væl skiljandi eisini. Her er stórur vandi fyri, at øll tjóðin verður løgd í oyði!
Suðuroyarskip:
Men skulu Suðuroyingar hava eitt nýtt suðuroyarskip ? vælsignaðir ? suðuroyingar- biðið Hergeir um at taka undir við ætlan Sambandsfloksins um hesi viðurskiftir (Flemming Mikkelsen kann upplýsa suðuroyingum um okkara uppskot seinasta ár ? ið hevði tryggja Suðuroyingum eitt nýtt skip).
Seinast vildi Hergeir heldur hava eitt nýtt Vaktarskip ? enn nýtt Suðuroyarskip. Vil hann í ár heldur hava eitt nýtt Tinghús heldur enn eitt nýtt Suðuroyarskip?.
Suðuroyingar ? ansi eftir Hergeir Nielsen, fullveldismanni. Helst er hann førur fyri at skaða Suðuroynna líka nógv, sum hann nú ætlar at skaða Vágoynna. Men hesa oyggj skal hann ikki sleppa at skaða.
Eitt skulu tit vita. Sambandsflokkurin, eins og undirritaði vilja í verki gera nakað munagott soleiðis at Suðuroyingar fáa eitt gott ferðasamband ? uttan at onnur útjaðaraøkir skulu fáa eitt verri ferðasamband.
Hergeir fer stórliga skeivur um hann vil ofra eitt útjaðaraøki fyri at annað skal farast væl. Úrslitið av hesum hugsunarhátti verður, at allur útjaðarin ferst.
Og tað má ikki henda.
Millum annað av hesi orsøk er neyðugt at slakta fullveldið ? og blaka tað burtur. Tað er íkki bert ónýtiligt. Tað er beinleiðis skaðiligt fyri hvønn einasta føroying, ungan sum gamlan ? eins og hvønn blett av Føroyum ? ið vit eru so góð við.
Vinarliga Marjus Dam