Formenninir í stóru andstøðuflokkunum halda, at samráðingarúrslitið hjá landsstýrinum higartil er vánaligt, og fer endaliga úrslitið bara at líkjast støðuni í dag, fer tað at hava álvarsligar avleiðingar við sær fyri føroyska samfelagið.
? Samráðingarnar eru ein vanlukka fyri tey, sum hava sett sínar vónir til, at landsstýrið fór at fáa okkurt burtur úr, sigur Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum.
? Tað er fullkomiliga greitt, at verður úrslitið av samráðingunum nakað, sum líkist støðuni í løtuni, so verður tað eitt stórt bakkkast fyri føroyska samfelagið. Vit koma at uppliva fólkaflyting, stóra afturgongd í búskapinum og munandi lækking í livistøðinum, sigur hann.
Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, metir, at talan var um ein løgnan tíðindafund eftir samráðingarumfarið týsdagin.
- Føroyingar tóktust glaðir, men tað er løgið, tí hyggur ein eftir tí, ið kom burturúr, so er tað sera soltið, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Tá landsstýrið førir fram, at partarnir bert eru ósamdir um búskaparliga partin, so er tað ikki rætt, tí tað er frá danskari síðu ein røð av fyrivarnum allan vegin ígjøgnum, sigur Jóannes Eidesgaard, ið eisini heldur, at tá løgmaður og Helena Dam á Neystabø eru farin at práta um at útseta hetta við at seta fullveldið í gildi, so kann tað vera tekin um, at tey eru farin at ivast í síni søk.
Fær álvarsligar fylgjur
Edmund Joensen heldur, at loysingin fer at kosta nógv.
? Samráðingarúrslitið higartil er langt frá tí, sum landsstýrið segði, at tað fór at fáa burtur úr. Landsstýrið segði, at føroyska samfelagið kundi halda fram uttan nakrar broytingar eftir eina loysing, men nú hava vit enn einaferð fingið staðfest, at fullveldið fer at hava álvarsligar fylgjur við sær.
? Landsstýrið má koma heim og viðganga, at politikkurin hjá teimum er óforsvarligur, og so má landsstýrið fara frá, so onnur kunnu koma til.
Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at Javnaðarflokkurin er ímóti upplegginum hjá landsstýrinum, tí við hesum missir Føroya fólk nakrar møguleikar og nøkur rættindi. Hann heldur, at einki bendir á, at danska stjórnin er til at vika viðvíkjandi skiftistíðini, har stjórnin eisini fekk fullan stuðul í Fólkatinginum.
Eisini er formaður Javnaðarfloksins ivaleysur í, at hetta merkir, at føroyski búskapurin má umleggjast og broytast, og at taparin verður vanligi lønmóttakarin.
Fáa stættarmun
Jóannes Eidesgaard metir ikki fyribilsúrslitini av samráðingunum millum Føroyar og Danmark boða frá góðum.
- Við hesum missa føroyingar øll rættindi. Tey, ið koma úr familjum við smáum korum, hava havt møguleika at fáa sær útbúgving ókeypis í donskum skúlum, umframt at fáa stuðul av ymsum slag. Alt hetta hvørvur, umframt onnur rættindi og fyrimunir, ið eru av ómetaligum týdningi fyri eina lítla tjóð, sigur Jóannes Eidesgaard.
- Nú skulu vit sammetast við onnur Norðurlond, tá talan er um samstarv við Danmark. Ísland hevur í dag eina seravtalu um fría atgongd til danskar skúlar, men pening skal ein hóast alt hava við heimanífrá, sigur formaður Javnaðarfloksins.
Han heldur, at hetta kann koma at merkja, at bert børnini hjá vælbjargaðum foreldrum hava møguleika at fara undir útbúgving, tí foreldrini eisini mugu spýta í.
- Vandi er fyri einum samfelag við stættarmuni, metir formaður Javnaðarfloksins.