Fullveldið forðar flogvøllinum

Ætlaðu útbyggingarnar á flogvøllinum í Vágum eru fyribils steðgaðar, tí danir hava ikki hug at gera nakað, fyrr enn politisku viðurskiftini landanna millum eru greið

Flogvøllurin: Líkt er til, at ætlaðu útbyggingarnar á flogvøllinum í Vágum verða seinkaðar, ella í ringasta føri av ongum. Ymsar frágreiðingar eru um orsøkina.

Flogvallarovastin í Vágum sigur seg hava fingið at vita, at politisku samráðingarnar millum Danmark og Føroyar hava gjørt, at danir vilja steðga við útbyggingini.

Fulltrúi í Ferðslumálaráðnum sigur, at grundin er tann, at danir heldur raðfesta íløgur í Danmark enn íløgur í Føroyum.

Úrslitið er í øllum førum, at eingin króna er sett av til flogvøllin í Vágum í uppskotinum til komandi danska fíggjarlóg.

Ætlanir eru frammi um útbygging av flogvøllinum í Vágum. Bæði at leingja vøllin sum er, og at byggja terminalin út, so hann gerst betri førur fyri at avgreiða ta støðugt vaksandi ferðsluna um flogvøllin.

Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti hjá Statens Luftfartsvæsen í Vágum, sigur, at tinginar hava verið við danskar myndugleikar um útbyggingina. Men fyribils er alt steðgað upp, tí eingir pengar eru at fáa.

Finnbogi Niclasen sigur eg hava fingið sum grundgeving, at danir ynskja at bíða við útbyggingini, til teir vita, um teir yvirhøvur eiga flogvøllin, ella um føroyingar fara at yvirtaka hann.

Staturin átti fyrr allar flogvallirnar í Danmark. Men so við og við eru teir lagdir út til ymisk feløg at reka. Í dag eigur staturin bara flogvallirnar á Bornholm og í Vágum.

Men nú er líkt til, at kenslurnar fyri flogvøllinum í Vágum eru munandi kølnaðar í Ferðslumálaráðnum.

Niels Remmer, fulltrúi í Ferðslumálaráðnum, váttar, at eingir pengar yvirhøvur eru settir av til flogvøll í Føroyum á fíggjarlógaruppskotinum til komandi ár.

Niels Remmer sigur, at danir hava nógv at brúka pengar til, og Ferðslumálaráðið hevur ikki so nógv, at nakað er at taka burtur av til føroyingar.

Raðfest er, sigur hann, og avgjørt er at brúka allar pengarnar í Danmark. Har eru vegir og jarnbreytir, sum Ferðslumálaráðið metir hava meira brúk fyri pengum, enn ein flogvøllur í Føroyum.

Niels Remmer sigur, at í Ferðslumálaráðnum verður ikki mett, at brúk er fyri nakrari útbygging yvirhøvur. Hann hevur verið nakrar ferðir í Føroyum, seinast fyri einum ári síðan, sigur hann, og kennir væl til viðurskiftini á flogvøllinum í Vágum.

Teir trupulleikar, sum eru av øktari ferðslu, koma av, sigur Niels Remmer, fulltrúi í danska Ferðslumálaráðnum, at leiðslan á flogvøllinum og feløgini, sum flúgva til Føroya, duga ov illa at leggja flúgvingina til rættis.

Tað er eingin grund til at sprongja flogvøllin við komum og fráferðum í einar tveir tímar, meðan vøllurin so stendur ónýttur hinar 22 tímarnar av samdøgurðinum, sigur Niels Remmer.

Hann heldur, at um flogvallarleiðslan, Atlantsflog og Maersk Air bóru seg eitt sindur skilabetri at, var eingin grund til at tosa um útbygging av terminalinum. Tað hevði verið tað sama sum at bygt høvuðsjarnbreytarstøðina í Keypmannahavn út eftir ferðsluni tollaksmessudag, sigur Niels Remmer, fulltrúi í Ferðslumálaráðnum.

Og sum nú er, eru ongar sum helst ætlanir um útbyggingar á flogvøllinum i Vágum, staðfestir Niels Remmer, fulltrúi í danska Ferðslumálaráðnum.

Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti í Vágum, vísir aftur, at allir trupulleikar verða loystir við at leggja ferðaætlaninar um.

Hann er samdur við Niels Remmer í, at hesin kennir viðurskiftini í Vágum. Og tí veit hann eisini, sigur Finnbogi Niclasen, at í Føroyum eru allar aðrar ferðaætlanir soleiðis, at fólk fara heiman tíðliga á morgni. Tað verið seg suðuroyingar, fugloyingar ella hvaðani tey so koma. Skipini sigla á morgni, og fólk fá ikki verið í Vágum fyrr enn út móti middegi. Tí liggja flogruturnar soleiðis, sum tær gera.

Og tá so ferðafólkini eru komin til Danmarkar og skulu víðari, liggja altjóða ruturnar soleiðis, at tú helst skalt vera í Kastrup ella Billund áðrenn klokkan fýra seinnapart, um tú ætlar tær víðari beinanveg.

Tí nyttar tað einki at leggja fráferðirnar á høvuðsrutunum seinni, enn tær liggja í dag, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti.

Heldur ikki er so, lætt at leggja tær fyrr á morgni av orsøkum, sum vit í Føroyum ikki ráða fyri, vísir hann á og tekur Billundrutuna hjá Maersk Air sum dømi.

Flogið verður úr Billund til Føroya, eftir at flogførini, sum Maersk Brúkar á hesi rutuni, eru komin aftur av øðrum rutum. Eitt nú London ella Venezia.

So tann grundgevingin, at vit skulu leggja ruturnar um, heldur ikki, sigur Finnbogi Niclasen, sum heldur fast við, at hann hevur fingið at vita, at tað er politiska støðan sum ger, at danir drála við útbyggingini í Vágum.

At Ferðslumálaráðið sigur grundina vera, at teir heldur vilja brúka pengarnar í Danmark enn í Føroyum, tekur hann bara sum eina staðfesting av tí, hann hevur fingið at vita.