Fullveldi, so samráðing

Við seinastu samráðing millum føroyska landstýri og donsku stjórnina, umboðað av Nyrup, sum sum statsmálaráðharri hevur føroysk mál undir sær, sær samráðingarleiðin fyribils út til at vera uppbrúkt.

 

Mannbjørn Jacobsen



Við seinastu samráðing millum føroyska landstýri og donsku stjórnina, umboðað av Nyrup, sum sum statsmálaráðharri hevur føroysk mál undir sær, sær samráðingarleiðin fyribils út til at vera uppbrúkt. Hon var ikki so óhugsandi sum summi høvdu hug at gera hana til. Helst skuldi henda leið farast um í sátt og semju við hin partin í málinum, okkara samríkisveldi Danmark. Fyri donsku stjórnina kann hetta mál bara kennast keðiligt, sum hon øðrumegin tambar út í tíð fyri, at stimbra aðrar fyrr kendar kreftir fram í Føroyum, hinvegin hvessir av við serviðgerð av landsstýrismonnum á óvanliga fjasutum gistingarhúsum. Teir hava sjálvir fult av álvarsmálum fyri, so hetta tykist lítið, ma. júst framfarna atkvøðan um fráfaringina frá krónini til fyrimuns fyri eitt europeiskt gjaldoyra. Øll viðgerðin av málinum líkist tí hjá føroyingum við tí muni, at danir skulu takast inn í eina størri felagseind á altjóða grundarlagi, føroyingar tykist á veg úr einari størri, tí við teimum, í eina minni felagseind á tjóðskaparligum grundarlag. Tey sjónarmið føroysk umboð føra fram líkjast teimum, danir á hini síðuni í gjaldoyrismálinum føra fram, vandi fyri varðveitslu av tjóðskaparligu eyðkennunum og valdinum í landinum. Niðri verður lokkað við ikki nærri náhvamt grundaðum fyrimunum við størri eind, ella mótstøða verður flent burtur sum lítiðsigandi, frá lítiðsigandi fólki. Hetta ber ikki so væl til yvirfyri fremstu umboðs-monnunum fyri møguliga annað komandi land, enn knýtt at teimum. Her er betur við blíðskapi og fyrikomandi tosi, við hondini afturum ryggin við búskaparligari høttan. Týdningarmesta grundin til skiftið hjá miðflokkunum frá høgrastjórnini hjá Slüter yvir á sosialdemokratarnir aftur var helst júst vónin um, at hon betur var før fyri, at losa veljarinir inn í EU, enn ein stjórn, sum bara plágaði stóran part av hesum veljarum við asosialum niðurskurðspolitikki, sum teir høvdu varhugan av, at veljarinir hevndu seg aftur inná við at atkvøða ímóti til EU atkvøðurnar. Tá vóru politikkarnir ikki uppá val, veljarnir vóru soleiðis sæð ábyrgdarleysir. Hetta eydnaðist ikki hesaferð við euruatkvøðuni, og skelkandi, serliga nógv vóru á vali, og úrslitið greiðari enn væntað. Føroyska kravið er komið illa við her.

Nógv ger málið trupult, tí Nyrup far ikki fatur á einari samdari sambandssíðu sum fyrr og í stjórnførum standi. Javnaðarflokkurin undir Eidisgaard setur egið uppskot fram um sjálvstýri innanfyri ríkisfelagskap, sum sambandsflokkurin hægst kann feta seg eftir. Egnu sjónarmið fer hann líðandi frá fyri ikki, at gera seg ómøguligar sum samgonguflokk hjá einum javnaðarflokki, enn fyri ríkisfelagsskapi, og enn dyggasta trygd fyri honum. Fólkaflokkin, sum meiri nátúrligan samstarvsfelaga, hava teir fyribils uppgivið undir Anfinn Kallsberg.

Sambandskreftirnar hava annars fingið ókeypis hjálp frá ikki sjálvsagdari síðu, frá í hvussu so er fyrrverandi ytsta vinstravongi, sum er vorðin arbeiðsleysur politiskt, og finnur seg onki at meina soleiðis sæð, so teir líka so væl kunnu vátta trúðvirði í størvum, sum annars ikki vóru.

Fjálgað við hesari óvantaða stuðlinum, at vísa seg marksistisk, kommunistisk mótstøða móti fullveldi, frá fólki sum er bangið fyri viðskiftisfólki, sum í heimloysi, tí sovjetskipanin bráddliga fall saman, vístu seg at vera, ella eru gjørd til, vanliga lógleys, hevur danska stjórnin hildið fast við skiftisstíð uppá 4 ár, sum ikki verður mett at standa seg í einari atkvøðu um fullveldi. Ætlanin er so, at landstýrið skal sigla á land í hesi roynd, fara frá, og sambandslandstýri ístaðin, ella vatna málið so nógv út, at lítið og onki hendir.

Somu trupuleikar kunnu illa komast uttanum, sum í samráðingunum millum føroyskar myndugleikar og danskar um kreppuna fyrst í 1990 áunum, um enn føroyska síðan helst er lærd av royndum. Hinvegin er einvegis donsk hond, tað er jú danska statin, tosað verður við. Hinumegna umboð fyri, á pápírinum í hvussu so er, ásameiniligar kreftir frá høgru, í miðjuni og vinstru, sum, tykjast danir at halda, mugu kenna seg at hava avmarkaðar heimildir. Hetta liggur helst aftanfyri danska tosið um at ?føroyska fólkið? eina skal ráða her. danska stjórnin vónar sjálvandi, at undir hóskandi hóttandi fyritreytum fer føroyska fólkið onkusvegna at vísa fullveldiskravinum aftur, og benda gongdini inn í javnaðarmøguleikan, sum er yvirtøkur innan verandi ríkisfelagsskapskarm eftir bú-skaparligum førimuni. Onki nýtt er við tí. Tað er næstan ætlanin við heimastýrislóguni, sum nú bara verður kallað Sjálvstýrislóg. Hetta er tað, hetta landsstýrið ætlar at koma uttanum, at onki hendir. Stjórmskipannarmálið er lýst at vera høvuðsuppgávan valskeiðið út. At farið frá og lata sambandsmøguleikan komið framat og fingið eina skipan við donsku stjórnina, sum líkist teirra, tó innanfyri ríkisfelagsskapsheitið, er bæði ótolandi og politisk mátt-loysisgerandi fyri allan andan í og stovningini av viðkomandi flokkum. Hetta hóttir støðugt.

Sami trupuleiki sum í 1946 vísir seg við føroyskum statslíknandi umboðum, sum danska stjórnin, ikki úttalað, metir kollveltingarlig. Td. ST uppíløgu. Allir vegir vísir ein gordiskur knútur seg, sum Nyrup lætt kann brúka. Hann er helst vanur við meiri fløkt mál enn hetta í taktiskum evnum í uppgerð við støðugt sterkari og sjálvstyrkjandi sitandi høgra og miðsamgonguna frá 1980 árunum í Danmark og uppgerð innanhýsis í flokkinum, har hann eisini kláraði eina trupla uppgávu, at koyra ein væl-innkoyrdan og eldhugaðan formann frá fyri vantandi trúðvirði. Hetta seinasta er neyvan brúkiligt yvirfyri føroysku umboðunum, sum ma. umboða føroyska konservativa flokkin, men royndir eru gjørdar víða um á donskum arbeiðsplássum og við hjálp av onkrum sjálvtilnevndum, møguliga ókeypis, føroyskum hjálparmanni í hóslag við danskar hjálandahugaðar afturhaldskreftir.

Eisini eru teir í ferð við eina nýggja grundlóg, har ein uniónsskipan skal gerast við Grønlandi við. Føroysku ynskini lagast illa inn her. Teir stúra helst eisini fyri møguligari føroyskari ávirkan inn á grønlensku politiskt búskaparligu menningina, sum helst er ógrundað. Grønlendingar hava ikki sett loysingar ella fullveldisætlanir fram.

Eitt ókeypis, sum hjálpir dønum, eru ymiskt uppskot um atkvøðu, har summar skulu verða ikki bindandi, hvat tað so týðir, so føroyingar undirskundaðir av loysingarmonnum koma at atkvøða fyri uppskotinum, sum fall í 1946, so alt krav er fallið burtur á loysingarleið. Hetta er ein fella í atkvøðu nú til várs, um ikki verður hugsað nóg væl um.

Best er at seta fullveldið fyrst, føroyskar fyribils statsstovnar, fáa viðurkenning mest møguligt fyri hesum uttanlanda, so samráðast við donsku stjórnina. Munurin verður frá næmingi til lærara. Hitt er longu nú vorðið ov nógv dansur við sama felagi uppí saman sum ikki vil nakað.

Kanska er tað tað, danska stjórnin ætlar, nú hom heldur hánt um føroyskan vilja til, at ganga søguligum siðbundnum kenslum á møti, varðveislu av felags kongahúsi, krónuni, so krøv bara linka frá føroyskari síðu, uttan at nakað er fráfarið frá uppruna taktiskum stigi frá hinari síðu. Danski staturin, hernaðurin, hjálandahugsanir søguliga, eru so nær knýttar at tí, at teir vita ikki rættiliga hvat ætlanin er.