Fullveldi í Times

Stóra bretska tíðindablaðið, The Times, viðgjødi í mikudagsútgávuni føroysku ætlanina um fullveldi

? Danmark tók í gjár stig til at ræða føroyingar frá at taka fullveldi.

Soleiðis lýsti stóra bretska blaðið, The Times, í mikudagsútgávu síni útspæli, sum danska stjórnin kom við týsdagin.

The Times skrivar, at danska Fóklatingið hevur gjørt av, at steðga fíggjarligu veitingini til Føroyar innan fýra ár, um fólkið tekur undir við ætlan landsstýrissins.

Føroya Løgmaður verður í blaðnum endurgivin fyri at siga, at danir bert gera hetta fyri at ræða føroyingar frá at taka undir við ætlanini.

The Times veit at siga, at tríggir fjóðringar av Føroya fólki ynskja frælsi. Harafturat sigur blaðið, at føroyingar fyrireika egna grundlóg, at vit ætla okkum upp í NATO, hóast vit einans hava Vaktar- & Bjargingartænastuna, og at vit ætla okkum limaskap í ST.