Fullveldisríki fara í søguna

Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen

Hvat er eitt fullveldisríki? Tað er eitt ríki sum hevur evsta vald yvir øllum viðurskiftum í egna ríki. Síðani kunnu vit spyrja, hvat ríki hevur evsta vald yvir egnum viðurskiftum? Finst nakað tílíkt ríki? Svarið er eitt klárt og greitt "NEI". Tíðin er farin frá "Nationalstatinum" (fullveldisríkjum) sum í gomlum døgum lítið og einki samband høvdu við onnur lond, og sum høvdu aðrar stýrisskipanir enn tær, vit kenna í dag.

Tá spurt verður, um nakað land er, sum er ment at útinna evsta vald, so var fyrr ofta hugsað um gamla Sovjetsamveldið og USA. Men sum øllum kunnugt so syndraðist Sovjetsamveldið, og í dag verður sagt, at USA er tað einasta landið sum kann kallast at verða ført fyri at útinna evsta vald, bæði í heimligum og uttanríkisviðurskiftum. Hinvegin kunnu vit spyrja, hvar evsta valdið í loftrúminum hjá USA var tann 11. september 2001, tá tann syrgiliga yvirgangsatsøknin gjørdist verðuleiki? Ella hví meta amerikumenn tað vera neyðugt at nýta billiardir til at gera ein missilskjøldur, sum skal girða landið inni, soleðis at tað verður vart móti yvirgangi? So lat okkum sláa fast, at sjálvt ikki USA er ført fyri at útinna evsta vald, ella verja sínar borgarar ella teirra rættartrygd út í æsir.

Hví sita til dømis íslendingar og normenn og umseta ES lógir? Hví er meginparturin av øllum lógum hjá fullveldunum Íslandi og Noreg í dag ES lógir? Sjálvandi tí at hesi lond hava sæð, at uttan at harmonisera og gerða felags lógargrundarlag, so megna londini ikki í nóg stóran mun at skapa frælsið fyri tað fólk sum har býr, og íslendingar og normenn vita at síðani teir byrjaðu at umseta ES lógir til at vera ráðandi í teirra londum, og síðani teir fingu sáttmála í lag við ES, so hevur búðskaparvøksturin verði søguliga stórur.

ES londini hava staðfest, at um tey ikki standa saman um Evropa, so verða tey eftirbátar í kappingini um globaliseringina og um búskaparvøksturin í heiminum. Evropeisk lond í 2005 eru ov smá og ov veik til at útinna fullveldi hvør sær, og tí hava hesi lond brúk fyri hvørjum øðrum, fyri at skapa tann neyðuga búskaparvøksturin, tað neyðugu trygdina og tað neyðuga frælsi fyri sínar borgarar.

Tað var einaferð ein vísur maður sum segði, at um ikki vørur og vøruhandil fáa loyvi at fara um landamørk, so vilja hermennirnir gerða tað. Her vil eg loyva mær at siga, at um ikki kapitalur sleppur um landamørk, so steðgar menningin.

At kalla eitt land fullveldisríki ella nationalstat í 2005, er ein skeiv tulking av veruleikanum. Men tað er ringt at koma burturúr tí sum fyrr var, og tað tekur tíð at venja seg við og góðtaka tann nýggja veruleikan.

Hvat er tað sum ger, at 480 mió. fólk meta seg at hava størri frælsi í eini ríkisfelagsskaps-lýknandi sikpan, meðan færri enn 48.000 fólk meta seg at hava størri frælsi við ikki at vera við í hesum felagsskapi ?