Løgreglan hevur havt úr at gera í Havn í nátt, og tað endaði við, at fimm fólk hava gist í brummuni.
Tað fyrsta málið var umleið klokkan 1:30, tá løgreglan fekk boð frá einum dansistað, at ein stórur prúður maður gekk runt og legði á fólk. Løgreglan fór á staðið og handtók mannin, sum er skuldsettur fyri harðligan atburð og fyri ikki at vilja upplýsa navn. Hann verður skuldsettur fyri tað grovara brotið á skilhaldsreglurnar, sum gevur 3.000 krónur í bót.
Aftur klokkan 2:00 vóru boð eftir løgregluni. Tá var talan um húsaófrið í einum privatum heimi, sum endaði við, at ein persónur varð handtikin.
Klokkan 2:15 eru boð eftir løgregluni til eitt dansistað. Har er aftur ein persónur, sum ikki dugir at uppføra seg, og sum verður handtikin . Eisini hann fær ta størru bótina fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Eftir at dansistøðini lótu aftur gekk tað nakað vilt fyri seg í býnum, fólk eru við at fara til hendurs. Løgreglan roynir at skilja fólk, og tá er tað, at ein persónur slær eitt løgreglufólk. Hann verður handtikin og skuldsettur fyri harðskap ímóti tænastufólki í arbeiði. Tað er nakað, sum løgreglan tekur rættiliga álvarsliga, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Klokkan 4:05 eru aftur boð um ein persón, sum er harðligur og hevur ósømuligan atburð. Hann verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglunar, verður handtikin og settur í varðhaldið.
Vaktleiðarin sigur, at tey nú eru við ferð við at greiða hesi málini. Fýra persónar er sleptir útaftur, tann síðsti, tann sum hevur framt harðskap ímóti løgreglufólki, situr enn. Hann skal avhoyrast nærri, áðrenn hann verður sleptur leysur við eini skuldseting ímóti sær.
Seinnapartin í gjár var eitt mál um ein persón, sum royndi at ræna pengar í trimum handlum í Havn. Tað eydnaðist í einum handli at fara avstað við eitt sindur av peningi.
Løgreglan leitaði eftir manninum, sum tó sjálvur meldaði seg. Talan var um ein persón, sum var sálarliga illa fyri. Hann verður skuldsettur, men endaði í fyrsta umfari undir læknahond.