Fult í fyrstu royndunum

Undan kappingarbyrjan søgdu toftamenn seg vera misnøgdar við kappingarskránna, sum segði, at teir skuldu spæla tvær ferðir á útivølli ímóti ÍF, Skála og B71. Hetta vóru liðini, sum tað varð roknað við, at B68 skuldi kappast við fyri at sleppa undan niðurflytingarplássunum.

Nú hevur B68 spælt eina ferð á útivølli ímóti øllum hesum trimum. Á Skála vann B68 1-0, á Sandi vann B68 1-0, og nú vann B68 3-1 í Fuglafirði.

Í sjey teimum fyrstu umførunum skoraði B68 fimm mál. Tey trý málini í Fuglafirði í gjár bera við sær, at tað løgdust 60 prosent afturat málrúgvuni ella túgvuni hjá toftamonnum.

Øssur Hansen noyddist av vøllinum, tá ið ein lítil tími var farin. Enn er ikki greitt, um veteranurin verður førur fyri at spæla mikukvøldið, tá ið B36 fer at vitja á Toftum.

Tað er greitt, at álopsspælarin Jacob Bymar, sum leingi hevur verið skaddur, mikukvøldið verður í B68 hópunum ímóti B36.