Fult hús til "Vikarin" í Løkshøll

Ungu leikfólkini kastaðu nervarnar og góvu eina góða framførslu

Í kvøld høvdu næmingar hjá skúlanum við Løkin, og næmingar á Tofta skúla frumframførslu av leikinum "Vikarurin", sum er ein forkunnugur leikur, sum handlar um eina rúmdarveru, ið tekur ham, sum ein vikarur.

 

Tey ungu fólkini kastaðu nervarnar, og tey góvu eina sannførandi framførslu, har eingin haltaði aftaná. Tónleikararnir dugdu eisini síni ting, og pallskiftini gingu skjótt og væl, og tey, sum fingust við ljósføringina greiddu eisini sín setning.

 

Í løtum fingu áhoyrararnir eisini láturvøddarnar vandar, og tað bleiv stórliga fagnað.

 

Ein full Løkshøll gav eisini eina fulla viðurkenning til teir ungu leikararnar, aftaná loknan leik.

 

Við at trýsta á hesa leinkjuna ber til at síggja og hoyra eina YouTube upptøku við einum broti úr leikinum: http://www.youtube.com/watch?v=gjpwMoL8AhE 

 

Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra ljóðsamrøður við leikstjórarnar, Noomi Reinert og Ásbjørn Berthelsen, umframt eina samrøðu við Rógva Langgaard, sum hevði ein av høvuðsleiklutunum, sum hin forfjónaði Karl.