Fult skip eftir tólv døgum

Norðborg er komin á Klaksvík við fullari last eftir at hava roynt í tólv dagar. Norðborg hevur umleið 1.300 tons av frystum svartkjafti og 250 tons av mjøli. Eyðun Rasmussen, reiðari, sigur við Norðlýsið, at hetta er skjótasti túrurin hjá skipinum higartil.

Lastin er seld fyri umleið sjey milliónir krónur.

Norðborg hevur fingið svartkjaftin sunnan fyri Føroyar, og skipið fer nýggjan túr í morgin.