Fult vikuskifti

Eftir at nógvar flytingar hava órógvað hondbóltskappingina seinastu vikuskiftini, verður aftur fult umfar hetta vikuskiftið

Hondbóltur

Seks hondbóltsdystir eru á skránni hetta vikuskiftið, og tað er í øllum førum nakað síðani, at hetta var galdandi seinast.

Bjarging í eygsjón
Kanska mest spennandi uppgerðin um vikuskiftið verður á Giljanesi leygardagin, har Sóljan og STÍF hittast. Eftir at hesi bæði liðini fyri tað mesta hava stríðst um, hvør skal sleppa av niðasta plássinum, so er støðan nú tann, at tey bæði eru framman fyri Kyndil.
Tí kann dysturin hesa ferð gerast bjargingin hjá vinnandi liðnum, sum veruliga kann leggja frástøðu niður til botnin, og megnar annað av liðunum hetta, kann talan í roynd og veru verða um dystin, sum bjargaði árinum.
Í Havn fær Neistin vitjan av VB, go eisini her er spenningurin stórur. Eftir at bæði liðini fyri tað mesta hava stríðst um bronsumerki í ár, so setti VB seinasta vikuskifti hol á silvurstríðið, tá tær á útivølli megnaðu at vinna á Stjørnuni.
Júst tann sigurin ger, at vinnarin av hesum dystinum brádliga stendur við silvurmerkjunum í hondini. Bæði eiga tey heimadyst móti Stjørnuni til góðar, og gevur tann dysturin eisini fulla úrtøku, verður tað vinnarin á Hálsi sunnudagin, sum kann rópa seg fyri silvurvinnara, tá kappingin er lokin.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður í Klaksvík, har Stjørnan tekur ímóti Kyndli. Einki er at ivast í, at Stjørnan er risa stórur favorittur at vinna dystin. Eisini hóast liðið í løtuni ikki er so væl fyri, og skulu tey í Klaksvík framvegis droyma søtar silvurdreymar, so ein sigur móti Kyndli á heimavølli ein av avgjørdu fortreytunum.

Ikki sami spenningur
Hjá monnunum verða somuleiðis tríggir dystir hetta vikuskiftið, tó at eingin teirra tykist hava sama avgerandi týdning sum hjá kvinnunum.
Í Vestmanna verður dystur millum KÍF og Kyndil leygardagin, og her fæst kanska at vita, júst hvussu langt teir í Kyndli eru komnir í royndunum at byggja sær liðið uppaftur. Ein sigur her kann veruliga staðfesta, at Kyndil so als ikki er nakað botnlið, meðan kollfirðingar hinvegin stríðast fyri at sannføra um, at tað eru teir heldur ikki, so útlitini fyri spenningi eru í øllum førum góð.
Tað kunnu tey ikki sigast at vera í Havn, har Neistin og H71 hittast. Í grundspælinum vóru hoyvíkingar annars millum fáu liðini, sum kundu geva oddinum mótstøðu, men síðani hevur snøgt sagt einki borið til. Enn hava teir ikki vunnið dyst í endaspælinum, og sannlíkindini fyri, at hetta skal henda móti Neistanum, mugu sigast at vera sera lítil.
Seinasti dysturin verður í Runavík, har VÍF kemur á vitjan. Tjaldur hevur í ár staðfest, at liðið ikki longur er at meta sum sjálvsagdur botnproppur, og eitt skifti var líkt til, at teir ætlaðu sær heiðursmerki, men ímóti komandi meistarunum úr VÍF er helst einki at ivast í, at teir verða við undirlutan.