Fultteknað vørumessa

Fyrrapartin í gjár lat borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen upp Vørumessuna 2005. Íalt eru 40 básar á messuni.

Havn: Áhugin fyri vørumessum av hesum slagi tykist standa við.
Á vørumessuni um vikuskifti var pláss fyri 40 básum, og hesir básarnir eru fyltir, nú stevnan er byrjað.
Flestu framsýnararnir eru føroyingar, men ein einstak íslendsk fyritøka er eisini við.
Hesar vørumessurnar hava vanliga havt omanfyri 1600 vitjandi, men í fjør vóru út ímóti 1800 fólk á messuni.
Endamálið við messuni er at gera tað lættari hjá handilsfólki, stovnum, fyritøkum og øðrum at keypa sínar vørur og tænastur.
- Á hesum messum verður nógv handlað, og tí er ikki ov nógv sagt, at henda hevur stóran týdning fyri handilslívið og annars øll tey, sum keypa vørur og tænastur, sigur Birgir Poulsen, stigtakari.