Fundamentalisma og talibanar

Martin í Grund
---------

Eg læs fyri stuttum eina grein um talibanar, ið høvdu, við vold, gjørt seg inná ein gentuskúla. Teir høvdu lopið á við gassi og tikið genturnar til fangar. Orsøkin, í hesum føri, var søgd at vera, at talibanar ikki vilja, at gentur fáa eina útbúgving.
Hetta førdi mínar tankar inn á teirra strangu lógir, sum t.d. at tað er straffbart at ganga í hvítum skóm, tí tað vanvirðir teirra flagg. Eg veit ikki nógv um burkuna, men tað tykist mær bæði ófatuligt og ógvusligt, at menniskju skulu goymast inni í eini burku.
Eftir at hava lisið nøkur lesarabrøv, bloggar o. a. síggi eg fleiri ferðir, at kristnir føroyingar verða kallaðir talibanar. Oftani er tað ógrundað, og eg haldi at slík samanbering er úti av lagi. Hon er vánalig, á lágum støði, og átti slett ikki verðið brúkt.
Eitt annað orð, ið mangan verður brúkt á undarligan hátt, er orðið fundamentalisma. Tá orðið verður nýtt, er tað aloftast í neiligum høpi, sum um, at tað er ringt at hava eitt grundarlag (fundament). Tað er tað jú ikki. Tað veldst grundarlag.
Jesus kom við einum líknilsi, har hann tosaði um tveir menn, ið skuldu byggja. Annar bygdi á sand og hin á klett. Altso, annar bygdi á eitt óvikandi grundarlag (fundament), meðan hin bygdi á vána grundarlag (fundament).
So, elskaðu fólk! Vinarliga gevist við at kalla hampafólk fyri talibanar, tað er skeivt.
Hoyrir tú onkran kalla ein annan fyri fundamentalist, steðga so á og hugsa, hvat grundarlag (fundament) viðkomandi sipar til, so at tú dugir at síggja, um tað er eitt gott ella vánaligt grundarlag, ið bygt verður á.