Fundast í Doha um at leingja vápnahvíldina

Ein fundur, sum er avgerandi fyri at leingja vápnahvíldina í Gaza enn einaferð, er sambært Reuters nú í høvuðsstaðnum í Qatar, Doha.

 

Foto: Uae Presidential Court/Reuters/Ritzau Scanpix (Arkivfoto).

Forsætisráðharrin í Qatar er vertur fyri fundinum, har millum annað amerikanska fregnartænastan, CIA, og ísraelska fregnartænastan Mossad eru við.

Umboð fyri Egyptaland skulu eisini vera til staðar.

Skráin fyri fundin er, hvat skal henda í Gaza, tá tann 48 tíma longda vápnahvíldin er av.

 

 

 

 

Foto: Uae Presidential Court/Reuters/Ritzau Scanpix (Arkivfoto).